Circular Computing

Okkara framtíð

Formula vil vera við til at tryggja framtíðina hjá børnum okkara. Tí hevur Formula lagt seg eftir at útvega grønar farteldur, sum eru CO2 neutralar og hava minst møguliga ávirkan á jarðartilfeingi, til tær fyritøkur og stovnar, sum ynskja hetta. Formula hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Circular Computing, sum framleiðir heimsins mest burðardyggu farteldur.

Hví skal ein umhugsa Circular Computing?

Circular Computing (Endurvunnið KT) eru farteldur, sum er framleiddar at vera CO2 neutralar. Hesar farteldur eru bygdar á hugsanarháttin um ringbúskap og at endurnýta tað tilfeingið, sum longu er fingið burturúr jørðini. Tað vil siga, at fyri hvørja endurvunna farteldu steðgar tú áleið 380 kg CO2 útláti við ikki at keypa nýtt. Harumframt verður vatn og fleiri týdningarmikil mineral varðveitt.

Hjá IRF verða 863 kg av farteldum, samsvarandi við 288 eindir tveittar burtur árliga, meðan í Europa verða 160.000 farteldur dagliga tveittar burtur. Hetta høga burturkastið er heilt óneyðugt, tí yvir 70% kann endurnýtast.

Somu krøv

Ein Circular Computing fartelda hevur eina orkukraft á 97% av einari nýggjari farteldu. Fyri at kunna veita hesa høgu góðskuna, fer hvør fartelda gjøgnum eina drúgva endurframleiðslu og 100 punkts góðskueftirlit, sum tryggjar, at hvør einstøk fartelda livir upp til ISO 8887 krøvini. Hesi krøvini snúgva seg um at leiða aftur brúktar vørur til upprunaorkuna og garanti, sum svarar til, ella betri enn, tá vøran upprunaliga kom fram.

Grønt KT

Um tín fyritøka ella stovnur fær sær ein grønan keypspolitik, so vil tað gera mun:

  • Hvør fartelda, tit keypa, er ein CO2 neutral góðkend vøra.
  • Fyri hvørja farteldu, ið verður seld, plantar fyritøkan Circular Computing 5 trø fyri at bøta um CO2 útlátið.
  • Yvir 190.000 litrar av vatni verður brúkt til framleiðsluna av nýggjum farteldum – hetta verður spart við at keypa eina endurvunna farteldu.
  • Fyri hvørja endurvunna farteldu steðga tit áleið 380 kg CO2.

Tak niður faldara um endurvunnið KT

5 trø fyri hvørja farteldu

Circular ComputingTM farteldur er CO2 neutralar vørur, sum brúka 85% minni orku í endurframleiðsluni enn framleiðslan av nýggjum farteldum. Í samstarvi við Weforest, verða 5 trø plantað fyri hvørja selda endurvunna farteldu, fyri at javnvigað CO2 útlátið frá framleiðsluni.

Hesar farteldur eru bygdar á hugsanarháttin um ringbúskap og at endurnýta tað tilfeingið, sum longu er fingið burturúr jørðini.

CO2 váttan

Certificate of commitment