Fá tamarhald á upplýsingunum í tíni fyritøku við

Business 360° til fyritøkur

360° til vinnuna gevur fyritøkum og virkjum møguleika at handfara teirra upplýsingar á ein skipaðan, effektivan og tryggan hátt, fyri at økja um framleidni og streymlinjað mannagongdirnar í fyritøkuni.

Bílegg eina framløgu

Hví velja Business 360°?

Við Business 360º fáa fyritøkur eitt neyðugt amboð, sum nøktar tørvin á handfaring av upplýsingum á ein einfaldan og tryggan hátt.

Smidligir hentleikar, skraddaraseymaðir til tín tørv

360° inniheldur nógvar ymiskar sterkar hentleikar. Allar kunnu tillagast, so tær hóska til, hvussu tín fyritøka arbeiðir. Hetta gevur tær ein fullkomnan smidleika viðvíkjandi uppsetan av samskipanargongdum og stýring av upplýsingum.

“Við Business 360⁰ hækkar vitanarstøðið í fyritøkuni. Vit hava eitt betri yvirlit. Vit arbeiða meiri effektivt og spara tíð.”

Guðrun Olsen, Deildarleiðari á Fyrisitingar- & HR-deildini – Bakkafrost

Ein loysn til nógvar vinnur

360° hjálpir hópin av fyritøkum, heilt frá fíggjarstovnum til framleiðsluvirkir og smásølu. 360° er eitt amboð til at betra um, hvussu tey handfara upplýsingar og gera vitan til virðismikið tilfeingi.

Set teg í samband við okkum í dag

Ert tú áhugað(ur) at hoyra meira um Business 360°? Set teg í samband við okkum í dag og fá eitt tilboð til tína fyritøku.

Skriva okkum eini boð