Loysnir til føroysku vinnuna
Formula er veitari av loysnum til føroysku vinnuna. Vit hava t.d. ment eina avrokningarskipan til føroysku reiðaríðini, sum er løtt at brúka og væl egnað til smærri eins væl og størri reiðaríðir. Somuleiðis hava vit ment talgildu veiðidagbókina, sum ger tað einfalt hjá fiskiskipum at skráseta veiðitøl á telduni og senda veiðifráboðanir til Fiskiveiðieftirlitið.




Framleiðsluútgerð og heildarloysnir
Umframt hetta veita vit eisini framleiðsluútgerð frá Marel, heildarloysnir, tá tað snýr seg um net-, hýsing-, fíggjar-, málsviðgerðar-, skjalahandfaring, telduútgerð, kopi og prent, lønarskipan og TotalView (telefoni og umstillingsborð, støðulýsing, tíðarskráseting og HR).
Formula – ein tryggur veitari
Formula er góðkendur partnari hjá fleiri av heimsins stóru KT veitarum – eitt nú er Formula Gull Partnari hjá Microsoft.