Tak betri avgerðir við Business Intelligence

Jet Reports er ein fullfíggjað rapporteringsloysn til Dynamics NAV og Business Central, sum gevur møguleika til at gera ein hóp av viðkomandi rapportum á ein sera lættan hátt. Dáta verður tikið beinleiðis úr Dynamics NAV og BNusiness Central og leverað til Microsoft Excel. Herfrá kunnu rapportirnar sendast til onnur í teldubrævi.

Jet Reports

Tú fært júst tær rapportirnar úr roknskapinum, ið tú ynskir og í tí formati, sum tú hevur brúk fyri. Tú hevur beinleiðis atgongd til tíni data umvegis Excel og sleppur undan at klippa og klistra.

Jet Analytics

Fá øll tíni data samlað á einum staði. So øll starvsfólk kunnu fáa atgongd til neyðuga vitan umvegis Excel ella Power BI.

Jet Budget

Ger tað lættari at leggja ætlanir við Jet Budget, ið samstundis sparir tíð og tryggjar nágreiniligar ætlanir

Les meira

Til ber at lesa meira um Jet produktini á heimasíðuni hjá Insightsoftware insightsoftware.com/jet.