Eru tit klár til at hava videofundir?

At avlýsa fundir og tiltøk kann hava fíggjarligar avleiðingar, eisini langtíðaravleiðingar fyri bæði vertin og luttakaran.
Tað er møguligt at halda flest allar fundir og tiltøk við videofundartøkni.

Formula kann hjálpa tínari fyritøku, soleiðis at tit kunnu eydnast við tykkara videofundum.

Um tit í dag frammanundan brúka samskiftistænastur so sum Teams, Zoom, GoToMeeting, Google Hangouts, Cisco Webex við fleiri. So kunnu okkara dugnaligu starvsfólk hjálpa tykkum við at fáa sum mest burturúr. Um tykkara støða er tann, at tit ikki hava gjørt íløgu í tílíka útgerð, so kunnu vit ráðgeva tykkum til bestu loysnina fyri tykkum. Niðanfyri hava vit lýst nakrar møguleikar sum pakkaloysn til ymiskan tørv.

Loysnir til videofundir

Arbeiða heima

Til tykkum sum arbeiða heima og ynskja at tryggja mynd og ljóð í góðari góðsku. Í pakkanum er:

  • Poly Studio P5 (Góðsku 4K webkamera sum gevur sera góðar myndir. Góðkent til Teams – plug and play.)
  • Poly Voyager Focus UC. Lætt headsett sum hevur góðan passform, sera væl egna til videofundir.

Kostnaður: 1.999,-
(uttan MVG. Uttan uppsetan og installatión)

Fá meira at vita

Til smá fundarhøli 2-6 fólk

Til tykkum sum ynskja eina alt-í-einari loysn til smá fundarhøli upp til 4 fólk. Loysnin kann verða sett upp til Teams, Zoom, GoToMeeting, Google Hangouts, Cisco Webex. Í pakkanum er :

  • Poly Studio X30 videobar við touch controller (TC8)  – Videobarrin er ein plug and play, 4K alt-í-einum videofundarloysn til minni fundarhøli. Studio X30 videobarrin er útgjørd við egnari stýrisskipan og Microsoft Teams. Tað er tí eingin tørvur á teldu fyri at byrja ein fund. Eindin hevur innbygda tráðleysa skermdeiling, og tær innbygdu mikrofonirnar taka burtur óljóð, sum kemur á samskiftið. Verður brúkt umvegis touchskerm t.v.s eingin fjarstýring. 1 ára Polycom Advantage garanti.

Kostnaður: 16.999,-
(uttan MVG. Uttan uppsetan og installatión).

Fá meira at vita

Fundarhøli til 6-10 fólk

Til tykkum, sum ynskja eina loysn, har fundarhølið altíð er klárt til videofundir, uttan mun til um tú hevur tína egnu teldu við á fundin ella ikki. Í pakkanum er :

  • Poly Studio videobar – Gevur eina sera góða mynd og ikki minni gott ljóð, soleiðis at tú klárt og týðiligt sær og hoyrir, hvønn tú tosar við uttan avbrot og óklárar myndir. Studio hevur innbygdan “Polycom Acoustic Fence and NoiseBlock”, sum vil siga sjálvvirkandi ljóðdoyvara, og at óneyðugt óljóð í bakgrundin verður tikið burtur.

Kostnaður: 21.699,-
(uttan MVG. Uttan uppsetan og installatión)

Fá meira at vita

Set teg í samband við okkum

Set teg í samband við okkum og hoyr meira um hvussu Formula kann hjálpa tínari fyritøku soleiðis, at tit kunnu eydnast við tykkara videofundum.

Fá samband