KT-mennarar til Formula

Vilt tú vera partur av at menna nútímans skipanir til kundar, bæði í Føroyum og uttanlands? So er tað kanska tær vit leita eftir til spennandi starv á Formula
Søk nú

Størvini

Á Formula uppliva vit øktan eftirspurning eftir okkara tænastum, bæði í Føroyum og uttanlands. Í hesum sambandi hava vit tørv á royndum mennarum til Virkisloysnir.
Vit hava tørv á mennarum til bæði Totalview-toymið og toymið, ið mennir serbygdar loysnir.

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er menningararbeiðið skipað eftir einum føstum leisti – frá staðfesting av tørvi til lidna loysn. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við verkætlanarleiðarum, greinarum, sniðgevum og mennarum. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best.

Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar.

Tínir førleikar

Tú hevur fakliga útbúgving og hollar royndir við menning í C# og ASP.NET. Tað er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt, at tú eisini hevur royndir við TypeScript, JavaScript, HTML5, CSS3, Blazor og við menning av appum til fartelefonir.

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tað ger, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

Umsókn

Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gert Joensen, leiðara á Virkisloysnum, á telefon 344098. Umsóknarfreistin er mánadagin 24. august 2020.

Søk nú

Stutt um Formula

Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemið er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast 85 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.