KT trygdarráðgevi,
at byrja skjótast gjørligt

Vaksandi virksemi og krevjandi uppgávur gera, at vit hava brúk fyri einum dugnaligum KT trygdarráðgeva afturat, við serligum denti á persóndátuvernd. Vit ynskja ein ágrýtnan persón, sum ynskir at virka í einum mennandi arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.
Søk nú

Starvið

Vit arbeiða miðvíst við heildarfatanini, sum vit geva kundum okkara. Vit leggja orku í at fáa fólk og tøkni at spæla saman, soleiðis at samlaða veitingin skal eydnast. Kervistoymið á Formula hevur tí ein serligan leiklut. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.

Tú kemur at starvast sum bindilig millum kundan og tænasturnar, ið vit veita, og tú kemur at taka tær av øllum viðurskiftum kring ráðgeving og uppgávum innan kunningartrygd við serligum denti á persóndátuvernd og trygdarskipanum, sum kundin er partur av.

Arbeiðsuppgávurnar fevna eisini um luttøku í verkætlanum við serligum denti á kunningartrygd og persóndátuvernd.

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

Tú ert útvend/ur, fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt upp í at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað/ur.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar sterku síður. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

Tær nýtist ikki at vera eitt flogvit, men vit vænta, at tú ert væl fyri. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar og/ella útbúgving/certificering innan hetta arbeiðsøkið, og tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir. Kunnleiki til, ella royndir við ISO 27001 trygdarstandardinum og persóndátuvernd er eisini ein fyrimunur.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi við trygdarfólki, rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki umframt verkætlanarleiðarum. Her verður tín høvuðsuppgáva at veita ítøkiliga ráðgeving innan kunningartrygd við serligum denti á persóndátuvernd og fremja hetta í verki hjá kundum okkara.

Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá tí almenna, kommunum og privatum fyritøkum kring alt landið, og veita eisini hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tað ger, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. oktober 2020, við at trýsta á knøttin niðast. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Robert Vilhelmsen, trygdarráðgeva á tel. 244185 ella Eyðun Thorsvig, deildarleiðara á tel. 244145.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk nú