Lærlingur til framleiðsluloysnir

Vit søkja eftir automatik tøknikara lærlingi/um til framleiðsludeildina hjá Formula
Søk nú

Vaksandi virksemi og krevjandi uppgávur gera, at vit hava brúk fyri einum automatik tøknikara lærlingi afturat. Vit leita eftir einum ágrýtnum persóni, sum hevur áræði og áhuga í at vera partur av einum fjølbroyttum toymi. Sum automatik tøknikari arbeiðir tú við við sjálvvirknum maskinum og skipanum innan framleiðsluídnaðin – í høvuðsheitum til fiski- og alivinnuna.

Starvið

Vit eru umboð fyri Marel, ein av heimsins størstu veitarum av framleiðsluútgerð til matvøruvinnuna, og veita vit framleiðsluloysnir til føroysku vinnuna – í høvuðsheitum til fiski- og alivinnuna. Vit veita nýggjastu og mest framkomnu tøknina við m.a. tólmennum til viging, reinskering, portionering, flokking, pakking, etikett-merking vm., sum saman við framleiðsluritbúnaði stýrir og rapporterar frá framleiðsluni. Útgerðin og ritbúnaðurin verða veitt sum heildarveitingar, hvørs endamál er at nøkta framleiðslutørvin og økja um kappingarføri hjá kundum okkara.
Arbeiðið, sum lærlingur, fevnir um:

• Installatión og uppsetan av útgerð og ritbúnaði
• Røkt, umvæling og tænastuveiting
• Ráðgeving og upplæring

Lærutíðin er 4 ár og 6 mánaðir. Viðkomandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir kunnu stytta um lærutíðina.
Skúlagongdin gongur fyri seg í Danmark.
Løn sambært avtalu.

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert útvend/ur, fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt upp í at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað/ur.

Tær nýtist ikki at vera eitt flogvit, tað skulu vit nokk læra teg, men vænta vit, at tú hevur áhuga fyri tøkni- og automatikfakinum. Tað er týdningarmikið, at tú ert ágrýtin, arbeiðssom/samur, forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir.
Tú hevur skil fyri, at vinnan setur stór krøv til tænastu, soleiðis at arbeiðsdagurin ikki altíð kann verða innan vanliga arbeiðstíð.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða tvørtur um fakmørk, har fakligu avbjóðingarnar eru í hásæti og saman við tínum starvsfeløgum gongur tú eini spennandi lærutíð á Formula á møti.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tað ger, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna. Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 8. november 2020, við at trýsta á knøttin niðast. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Hans Paula Petersen, deildarleiðara, á tel. 344122.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk nú