Nethandil uttan viðlíkahald

Fá eina framløgu
Vørur vístar beinleiðis úr Dynamics NAV

Við Formula Nethandli fær kundin møguleika at keypa frá tær, uttan at vera bundin av tíð ella staði. Nethandilin er tætt samantvinnaður við Dynamics NAV (Business Central), ið tú longu kennir. Nethandilin kann tillagast eftir tørvi, og hann kann sniðgevast, so hann svarar til tykkara samleika.

Slepp uttan viðlíkahaldi og óneyðugum arbeiði

Tú sleppur frá at viðlíkahalda vøru- og kundaupplýsingar bæði í Dynamics NAV og í nethandlinum. Vørur, sum eru stovnaðar í Dynamics NAV, verða vístar beinleiðis í nethandlinum. Broytist prísurin í Dynamics NAV, broytist hann eisini sjálvvirkandi á nethandlinum.

Umsiting á einum stað

Eins og øll umsiting er í Dynamics NAV, verða ordrarnir eisini sjálvvirkandi stovnaðir í Dynamics NAV, so hvørt, kundarnir avgreiða keypini á Nethandlinum. Á henda hátt kunnu tit avgreiða ordrarnar frá Dynamics NAV. Tvs. at tit pakka út frá vanligum pluklistum, og fáa ordrarnar bókaðar sum vanligt.

Tað snýr seg um brúkaraupplivilsi

Nethandilin er lættur at brúka, bæði á web og mobil, og at hann arbeiðir skjótt, so bíðitíðin er minst møgulig. Vit leggja okkum eftir, at kundin hevur lætt við at finna vørurnar, og verða vørurnar flokkaðar, so, tær passa til, hvussu kundarnir hugsa. Nethandilin skundar undir meirkeyp. Tilboð verða framhevjað og vørur, ið ofta verða keyptar saman við valdu vøruni, verða vístar.

Okkara kundar

Føroya Tele
The Athlete’s Foot
Posta
Kemilux
Rúsdrekkasøla Landsins
Damfar
Rúnavíkar Kommuna
MBM
Bygma
Bókamiðsølan
DutyFree
PE
PM
Krosstein
Landshandilin
Thomas Dam (Intersport)