Ráðgevi innan journaløkið

Vilt tú vera við til at veita nútímans journalloysnir og vera við til at tryggja, at kundarnir fáa sum mest burturúr? So er tað kanska tær vit leita eftir til spennandi starv á Formula
Søk nú

Starvið

Á Formula uppliva vit øktan eftirspurning eftir fleiri av okkara tænastum, her ímillum tænastur innan journaløkið. Økið er vaksandi og eru tað í dag, umframt flestu almennir stovnar og kommunur, eisini fleiri og fleiri vinnufyritøkur, ið hava tikið loysnina til sín. Vit hava tí tørv á einum nýggjum starvsfelaga, ið kann hjálpa okkum við at veita tænastur innan økið.

Tínar uppgávur verða at taka tær av tænastuveitingini í síni heild. Arbeiðið er fjølbroytt og umfatar alt frá installering, konvertering, uppsetan, undirvísing, ígongdsetan, skjalfesting og support. Um hugurin og evnini eru til tað, kann menning eisini gerast partur av arbeiðinum.

Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi, har tú sleppur at gera tað, tú er best/ur til.

Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar í einum góðum arbeiðsumhvørvi, í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar.

Við tíðini kann væntast, at tú eisini sleppur at arbeiða við øðrum skipanum.

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú ert tænastusinnað/ur, arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

Tú hevur praktiskar royndir innan ráðgeving (support) og brennir fyri at veita eina góða kundatænastu. Vit ímynda okkum, at tú hevur eina viðkomandi tøkniliga útbúgving, og at tú hevur royndir við tøkniligum arbeiði. Mest umráðandi er tó, at tú er tøkniliga forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni. Hartil ert tú ágrýtin, treisk/ur og ikki bangin fyri at taka eina hond í, tá nógv er at gera.

Umsókn

Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gert Joensen, leiðara á Virkisloysnum, á telefon 344098. Umsóknarfreistin er mánadagin 24. august 2020.
Søk nú

Stutt um Formula

Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemið er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast 85 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.