Eftirútbúgving og Skeið

Dagfør tínar førleikar hjá Formula

Vit bjóða eitt breitt úrval av skeiðum og útbúgvingum, sum geva starvsfólki innlit í fyrisiting, málsviðgerð og fíggjarstýring. Hava tit ynski um ávís skeið, vilja vit fegin frætta.

Skeiðini verða bert hildin, um í minsta lagi tríggir luttakarar eru tilmeldaðir. Flestu skeiðini eru eindagsskeið, byrja kl. 9 og enda kl. 16. Kostnaður fyri eitt eindagsskeið er kr. 3.500 +mvg. Skeiðstilfar og matur eru við í prísinum.

Tað er týdningarmikið fyri Formula at tryggja eina góða góðsku á okkara skeiðum. Skeiðini mennast áhaldandi m.a. út frá viðmerkingum, sum vit fáa frá luttakarum, sum hava luttikið í slíkum skeiðum áður.

Set teg í samband við okkum í dag

Áhugaði at hoyra meira um skeið á Formula? Set teg í samband við okkum í dag.

Send fyrispurning