Starvsfólk til kundatænastuna

Formula hava brúk fyri einum dugnaligum KT fólki afturat. Vit ynskja ein ágrýtnan persón, sum ynskir at virka í einum mennandi arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.
Søk nú

Starvið

Vit arbeiða miðvíst við heildarloysnini, sum vit geva kundum okkara. Vit leggja orku í at fáa fólk og tøkni at spæla saman, soleiðis at samlaða veitingin skal eydnast. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.

Tú kemur at starvast í servicedesk, sum fyrst og fremst veitir kundum hjálp yvir telefon og fjartænastu ígjøgnum teldu. Tú kemur at virka sum bindilið millum kundan og tøkni- og rakstrardeildina, har tað starvast fleiri enn 20 fólk saman við tær. Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag kl. 8:00 til 16:30.

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

Sum persónur ert tú útvendur, fyrikomandi, nærlagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt upp í at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnaður.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar sterku síður. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

Tær nýtist ikki at vera eitt flogvit, men vit vænta, at tú ert væl fyri innan KT. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar og/ella útbúgving/certificering innan hetta arbeiðsøkið, og tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Á Formula er tað úrslitið sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum, kring alt landið, og veita eisini hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tað ger, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi áðrenn mánadagin 26. oktober 2020, við at trýsta á knøttin niðast. Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Høgna Hammer, rakstrarleiðara á tel. 244136 ella Eyðun Thorsvig, deildarleiðara á tel. 244145.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk nú