Dátuverndarkunning

Í sambandi við tænastur og veitingar okkara viðger Formula persónupplýsingar og raðfestir dátuverndina sera høgt, í hesum sambandi.

Formula er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teim persónupplýsingum, vit hava skrásett um teg. Sum dátuábyrgdari er tað skylda okkara at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.

Formula kunnar teg við hesum um eina røð av viðurskiftum og rættindum, sum tú hevur sambært dátuverndarlógini.

Tú skalt í høvuðsheitum hava fráboðan um, at persónupplýsingar vera viðgjørdar um teg, hvør er dátuábyrgdari, endamál við viðgerðini, møguligir móttakarar av upplýsingunum v.m.

Í hesi kunningini er nærri lýst hvussu vit viðgera og verja persónupplýsingar, sum vit hava ábyrgd av.

Formula hevur ábyrgd av persónupplýsingum hjá starvsfólkum á Formula, kundum, samstarvspørtum og veitarum í sambandi við virksemi og tænastur okkara.

Viðgerð av persónupplýsingum verður altíð framd við grundarlag í hesi kunning. Formula kann í ávísum førum senda ella útflýggja serliga kunning um viðgerð av persónupplýsingum, um viðgerðin ikki er nøktandi lýst í hesi kunningini.

 

Viðgerð av persónupplýsingum og endamál:

 

1. Umsøkjarar, starvsfólk ella ráðgevar hjá Formula
Tá ið tú søkir starv hjá Formula, verður sett/ur í starv ella byrjar sum uttanhýsis ráðgevi hjá Formula, viðger Formula eina røð av persónupplýsingum um teg, í sambandi við tína umsókn, starvssetan ella tann leiklut, sum tú skalt útinna á Formula.

Tær ítøkiligu persónupplýsingarnar Formula viðgerð um teg og grundarlagið fyri viðgerðini verður givið í sambandi við starvsumsókn, setan ella avtalu um eina stuðulsuppgávu ella ráðgevaraveiting á Formula.

 

2. Kontaktpersónar hjá kundum, samstarvspørtum og veitarum
Formula skrásetir kontaktupplýsingar hjá persónum, t.d. kontaktpersónar hjá kundum, samstarvspørtum ella veitarum.

Endamálið við hesum er møguleikin at fremja samstarvið millum partarnar millum annað fylgja upp gjørdum avtalum, kunna umvegis tíðindabrøv, luttøka í einum tiltaki, skeiði, stuðulsuppgáva ella luttøka í eini verkætlan á Formula.

Formula skrásetir einans tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar til tess at kunna veita tað ítøkiligu tænastuna, t.d. veitingina ella avrokning fyri ta ítøkiligu veitingina.

 

3. Formula sum dátuviðgeri

Í nógvum førum er Formula dátuviðgeri vegna kundar okkara, t.d. í sambandi við hýsingartænastu okkara. Sum dátuviðgeri fer viðgerðin á Formula fram eftir boðum frá dátuábyrgdaranum og samsvarandi ítøkiligari dátuviðgeraravtalu millum partarnar.

 

Heimild fyri viðgerðini

Persónupplýsingar verða viðgjørdir í sambandi við omanfyristandandi uppgávur.

Rættargrundarlagið fyri viðgerð av omanfyristandandi persónupplýsingum er § 8, stk. 1, nr. 1, 2, og 3, umframt § 11 stk. 2, nr. 1, 2 ella 7 í dátuverndarlógini. Formula fylgir soleiðis einum heimilaðum áhugamáli í sambandi við viðgerð av hesum upplýsingum.

 

Goymsla og striking av persónupplýsingum

Formula hevur greiðar treytir og reglur fyri, nær vit strika persónupplýsingar. Hetta tryggjar, at vit bert goyma persónupplýsingar í tann mun tað er eitt sakligt og lógligt endamál við goymsluni. Endamálið kann bæði verða við atliti til ítøkiliga lóggávu, t.d. bókhaldslóggávuna  ella at tryggja, at ein ítøkilig veiting kann fara fram sambært avtalu.

 

Víðarigeving av persónupplýsingum

Formula gevur vanliga ikki persónupplýsingar víðari til onnur. Formula gevur bert tínar persónupplýsingar víðari, um vit hava skyldu til tess sambært viðkomandi lóggávu, gjørda avtalu/sáttmála, almennar myndugleikar, t.d. TAKS.

Í útgangsstøðinum flytir Formula ikki persónupplýsingar víðari til útlond ella triðjalond, hetta kann tó verða neyðugt í sambandi við ítøkiliga veiting og tænastu.

Formula tryggjar sær altíð eitt heimilað grundarlag til møguligan flutning av persónupplýsingum og kunnar ítøkiliga um hetta.

 

Bólkar av persónupplýsingum

Formula viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við ítøkiligu veitingina ella tænastuna. Upplýsingarnar kunnu verða vanligir persónupplýsingar t.d. navn, p-tal, bústaður og fíggjarviðurskifti. Talan kann eisini verða um viðkvæmar persónupplýsingar t.d. um heilsu.

 

Brúk av farspori (cookies)

Vit brúka farspor á heimasíðuni til tess at betra um tænastuna á síðuni. Hetta til tess, at gera heimasíðuna meira ítøkiliga og viðkomandi fyri brúkaran. Brúk av farspori verður heimilað í ítøkiligum samtykki, sum altíð kann takast aftur.

Tú kanst lesa meira um farspor/cookies nýtsluna á heimasíðuni hjá Formula her.

 

Tíni rættindi og ynskir tú at gera brúk av hesum rættindum?

Sambært dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum, nærri lýst í kapitli 4 í dátuverndarlógini.

Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:

  • Rætturin til kunning í §§ 23-25
  • Rætturin til innlit í § 26
  • Rætturin til rætting í § 27
  • Rætturin til striking í § 28
  • Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
  • Rætturin til dátuflutning í § 31
  • Rætturin til mótmæli í § 32-34
  • Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

Tú hevur t.d. rætt til at fáa innlit í tínar persónupplýsingar, fáa strika upplýsingar, sum Formula ikki longur hevur eitt endamál til at goyma og heimilað grundarlag til at viðgera og at fáa rætta tínar persónupplýsingar, um hesar eru skeivar.

Um tú hevur spurningar til tíni rættindi og ynski um innlit v.m., so hevur tú møguleika at senda teldupost til datuvernd@formula.fo ella ringja á telefon 344000. Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 9 og 16.

Vit mæla til, at tú ikki sendir okkum viðkvæmar ella trúnaðar upplýsingar í hesum sambandi.

 

Møguleikin at klaga til Dátueftirlitið

Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.

Metir tú, at Formula ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.

 

Dátuverndarfólk

Formula hevur tilnevnt eitt dátuverndarfólk, og um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum á Formula, kanst tú venda tær til dátuverndarfólkið á datuvernd@formula.fo, og heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til Formula, Óðinshædd 2, FO-100 Tórshavn, att. Dátuverndarfólk. 

 

Um Formula

Formula veitir kt-loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Formula veitir eisini hýsingartænastu og er í hesum høpi dátuviðgeri fyri hesar kundar. Tú kanst lesa meira um Formula á heimasíðuni ella við at seta teg í samband við viðkomandi starvsfólk á Formula.