Umsóknarfreist 18. desember 2017

Formula søkir eftir verkætlanarleiðara

Vit leita eftir einum dugnaligum verkætlanarleiðara, sum hevur áhuga í at arbeiða við KT og fíggjarskipanum.

Les meira

Arbeiðsøki

Sum verkætlanarleiðari kemur tú at arbeiða við nógvum ymiskum verkætlanum og kundum, sum allir hava til felags, at teir hava eina fíggjarskipan. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiði í tøttum samstarvi við kundarnar og øll okkara virkisøkir.

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

Tú skalt hava holla vitan um og royndir við verkætlanarleiðslu, og skalt í hesum sambandi vísa á royndir sum verkætlanarleiðari. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt danskt og klárar teg á enskum.

Tað er umráðandi at tú er ágrýtin, treisk/ur og ikki er bangin fyri at taka ein hond í, tá nógv er at gera. Um hettar ljóðar sum tú, so er tað kanska júst tær vit leita eftir.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum og spennandi umhvørvi, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ið hava fleiri ára royndir innan ráðgeving og forritan av fíggjarloysnum til fyritøkur og stovnar í Føroyum og uttanlands.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast. Sum partur av starvsfólkahópinum á Formula fær tú møguleika at fáa altjóða útbúgving og góðkenningar innan títt starvsøkið, tí hettar er ein fastur táttur í okkara starvsfólkamenning. Vit skipa javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið og bjóða starvsfólkaágóðar sum td. atgongd til venjingarrúm, matarskipan osfv. Miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. desember 2017 og skulu sendast til starv@formula.fo. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Jan Berg, leiðara á Fíggjarloysnum, á tel. 244033.