Innbjóðing til kunningarfund á Hotel Hafnia, týsdagin 29. januar kl. 14-16

 

Formula varpar ljós á persónsdátuvernd og GDPR

Nýggj persónsupplýsingarlóggáva er ávegis í Føroyum og verður hetta, í stóran mun, sama lóggáva, sum kom í gildi í Danmark og øllum ES limalondunum hin 25. mai 2018.

Nakrar føroyskar fyritøkur eru longu fevndar av ES lóggávuni, meðan aðrar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar verða fevnd av henni, tá ið hon verður endaliga samtykt og sett í verk í Føroyum – væntandi á vári komandi ár. Tað er umráðandi at meta um støðuna og at fyrireika seg í góðari tíð, tí talan er um eina tilgongd, sum krevur ítøkiligar fyrireikingar.

Formula hevur fyrireikað seg til hesa uppgávu og í hesum sambandi hava vit m.a. gjørt samstarvsavtalu við donsku fyritøkuna Siscon, sum burturav arbeiðir við KT-trygd og GDPR verkætlanum. Vit vilja fegin greiða frá møguleikunum í hesum samstarvinum, og hvussu Formula kann stuðla tær á hesum øki.

Skrá:

  • Vælkomin og kunning um møguleikarnar í samstarvinum við Siscon v/Fróða Magnussen, stjóri
  • Framløga um Siscon og Control Manager, og hvussu “compliance” arbeiði kann skipast við hesum amboði v/Lars Bærentzen, stjóri (Siscon hevur ment skipanina Control Manager, sum fevnir um allar uppgávur innan verkseting, umsiting av trygdararbeiðinum, eftirlit og samsvar við galdandi lógarkrøv.)
  • Tænastur frá Formula innan persónsdátuvernd og KT-trygd v/Robert Vilhelmsen, trygdarráðgevi (Formula bjóðar m.a. skeið í GDPR og persónsdátuvernd tann 30. og 31. januar)

Vónandi ber til hjá tær at luttaka og tú er eisini vælkomin at bjóða øðrum áhugaðum til fundin. Neyðugt er at melda seg til tiltakið við at svara hesum teldupostinum. Tað er ókeypis at luttaka.

Kunningarfundurin verður á Hotel Hafnia, týsdagin 29. januar kl. 14-16.

Les meira um Siscon her: www.siscon.dk

Les meira um GDPR skeið her: www.formula.fo