Umsóknarfreist 30. August 2019

IT-supportara lærlingur til Formula

Útbúgvingin

IT Supportara útbúgvingin er ein yrkisútbúgving sum tekur 3 ár. Starvsstaður er á okkara høvuðssæti á Óðinshædd í Havn og skúlaskeiðini til læruna eru í Danmark.

Tín persónur

Vit leggja líka stóra áherðslu á tínar persónligu førleikar sum fakligu førleikarnar. Sum persónur ert tú:
• Útvendur
• Nærlagdur
• Fyrikomandi
• Hevur lætt við at samskifta við kundar, eins væl og starvsfelagar

Starvið

Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað/ur.
Tú kemur at starvast á tøkni- og rakstrardeildini saman við fleiri enn 20 starvsfeløgunum. Uppgávurnar fevna um m.a. íverksetan og rakstur av teldum, servarum og neti hjá almennum og privatum fyritøkum.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.

Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum, kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.
Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

 

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 og skulu sendast til starv@formula.fo. Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Høgna Hammer, rakstrarleiðara á tel. 344136 ella Eyðun Thorsvig, deildarleiðara á tel. 344145