Umsóknarfreist 31. Januar

KT-mennari til Tænastuportalin

Les meira

Starv

Formula hevur tørv á mennarum til Tænastuportalin, sum vit menna saman við Talgildu Føroyum.
Endamálið við Tænastuportalinum er at gera tað lættari hjá borgarum at røkka almennum talgildum tænastum umvegis ein felags portal, har allar tænasturnar eru savnaðar. Borgarar fáa sostatt møguleika at fáa kunning um og avgreiða so nógv viðurskifti sjálvir, sum til ber. Tú kanst lesa meir um Tænastuportalin á talgildu.fo.

Uppgávurnar í hesum sambandi verða í høvuðsheitum, at:
– Menna borgaratænastur (sjálvavgreiðslur og sýningar) í Tænastuportalinum
– Menna vevtænastur til Tænastuportalin
– Samstarva við tænastuveitarar og KT-veitarar um menning av vevtænastum
– Skjalfesta tað, sum verður ment

Tínir førleikar

Tú hevur viðkomandi fakliga útbúgving og royndir við menning av KT-skipanum. Hartil hevur tú royndir við C#, ASP.NET, JavaScript, HTML5, CSS3 ella tilsvarandi tøkni. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við menning av appum til fartelefonir. Tú er skipað/ur í tínum arbeiði, og tú ert von/vanur at arbeiða við samansettum uppgávum. Tú dugir at skipa tær í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú er fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og dugir at brúka styrkirnar hjá starvsfeløgunum.

Tænastuportalurin verður bygdur við menningaramboðnum OutSystems. Síðan tú fært neyðugu undirvísingina í at brúka amboðið, verður ikki gingið út frá, at tú frammanundan hevur royndir við OutSystems.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er menningararbeiðið skipað eftir einum føstum leisti – frá staðfesting av tørvi til lidna loysn. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við verkætlanarleiðarum, greinarum, sniðgevum og mennarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best/ur til.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tað ger, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fær eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Umsóknir við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast okkum á starv@formula.fo.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gert Joensen, leiðara á Virkisloysnum, á tel. 344098.

Stutt um Formula

Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemið er skipað í serdeildir. Á Formula starvast 80 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.