Umsóknarfreist 25. februar

KT net serfrøðingur
 

 

Virksemið á Tøkni- og rakstrarloysnum á Formula er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir nýggjum starvsfelagum.

Um starvið

Vit arbeiða miðvíst við heildarupplivilsinum, vit geva kundum okkara. Vit vita, at sjálvt infrakervið er ein partur av eini størri heild í samlaðu veitingini til kundan. Orka skal leggjast í, at fáa fólk og tøkni at spæla saman, soleiðis, at samlaða veitingin skal eydnast. Kervistoymið hevur tí ein serligan leiklut á Formula. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.

Tú kemur at starvast sum bindilið millum kundan og infrakervið, ið vit veita, og tú kemur at taka tær av øllum viðurskiftum kring infrakervið og trygdarskipanum, sum kundin er partur av. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og snúgva seg í høvuðsheitum um rakstur, verksetan, góðskutrygging, skjalfestan og brúkara stuðul.

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

Tú ert útvend(ur), fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur).

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar styrkir. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

Tøkniliga nýtist tær at hava førleikar innan:
– CISCO switching/routing o.l.
– Firewall
– Wireless
– IP net
– Og førleikar innan KT trygd

Tær nýtis ikki at vera eitt flogvit, men vit vænta, at tú ert væl fyri. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar ella útbúgving/sertificering innan til hesa tøkni ella líknandi, og tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir, og harvið megnar at nema tær nýggja vitan.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.
Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum, kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tað ger, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fær eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast okkum á starv@formula.fo í seinasta lagi mánadagin 25. Februar 2019 kl. 12.

Spurningar

Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Høgna Hammer, rakstrarleiðar á tel. 244136 ella Eyðun Thorsvig, deildarleiðara á tel. 244145.