Umsóknarfreist 17. des 2018

Lærlingur til framleiðsludeildina hjá Formula

Vegna økt virksemi á framleiðsludeildini søkja vit eftir lærlingi til automatikteknikara.

Les meira

Arbeiðsøki

Sum umboð fyri ein av heimsins størstu veitarum av framleiðsluútgerð til matvøruvinnuna, veita vit framleiðsluloysnir til føroysku vinnuna – í høvðusheitum til fiski- og alivinnuna. Vit veita nýggjastu og mest framkomnu tøknina við m.a. tólbúnaði til viging, reinskering, portionering, flokking, pakking, etikett-merking vm., sum saman við framleiðsluritbúnaði stýrir og rapporterar frá framleiðsluni. Tól- og ritbúnaðurin verða veitt sum heildarveitingar, hvørs endamál er at nøkta framleiðslutørvin og økja um kappingarføri hjá kundum okkara.

Arbeiðið á deildini fevnir um:

  • Installatión og uppsetan av tól- og ritbúnaði
  • Røkt, umvæling og tænastuveiting
  • Ráðgeving og upplæring

Vit vænta, at tú

  • hevur áhuga fyri tøkni og automatikfakinum
  • hevur áræði og áhuga í at vera partur av einum fjølbroyttum toymi
  • hevur skil fyri, at vinnan setur stór krøv til tænastu, soleiðis at arbeiðsdagurin ikki altíð kann verða innan vanliga arbeiðstíð
  • ert ágrýtin, kundavinarlig/ur, hevur ein jaligan hugburð, góð samstarvs- og samskiftisevni, samstundis sum tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða tvørtur um fakmørk, har fakligu avbjóðingarnar eru í hásæti og saman við tínum starvsfeløgum gongur tú eini spennandi lærutíð á Formula á møti.

Umsókn

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Paula Petersen, deildarleiðara, umvegis teldupost til hpp@formula.fo.

Umsóknin við prógvum skulu sendast til hpp@formula.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 17. des 2018.