Ert tú undir hægri útbúgving?

Vit bjóða tær av

Ert tú undir hægri útbúgving og hevur tú hug at geva ástøðiliga partinum av lesnaðinum eitt praktiskt mótspæl? Søk um lestraruppgávu ella at koma í starvsvenjing hjá Formula!

Søk

Hvat kann eg arbeiða við?

Í okkara stimbrandi og stuðlandi umhvørvi fært tú eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at tíni fakligu bakgrund og tí, Formula hevur tørv á. Niðanfyri eru dømi um møguleikar á Formula:

Menning & forritan

Menning & forritan

Ver við í støðugu menningini av okkara softwareloysnum.

Brúkaraupplivilsi & brúkbæri

Brúkaraupplivilsi & brúkbæri

Sniðgev markamót (interface), ger kvalitativar og kvantitativar brúkara- og brúkbæriskanningar.

Handil og søla millum fyritøkur

Handil og søla millum fyritøkur

Kanna marknaðir, skriva frágreiðing um altjóða rák og greiningar av vinnugreinum.

Samskifti & miðlan

Samskifti & miðlan

Knýt vevsíður, sosialir miðlar, tíðindabrøv saman við tiltøkum.

Hví velja Formula?

Á Formula verður títt avrik ikki sett á hillina, men brúkt í víðarimenningini av loysnum okkara.

So siga tey lesandi

Soleiðis siga nøkur av teimum lesandi um, hvat tey hava fingið burturúr at hava verið í starvsvenjing og lestrarstarv á Formula.

“Á Formula fekk eg neyðugu avbjóðingarnar og frælsi til sjálvur at loysa tær”

Bartal Clementsen

Hevur lisið til teldustøðing á Føroya Handilsskúla og starvast nú á Formula

“Lestrarstarvið á Formula birtir upp undir míni skapandi evni”

Dánjal Jákup Hansen

Hevur lisið til teldustøðing á Føroya Handilsskúla og starvast nú á Formula

“Á Formula sleppi eg at royna tað ástøðiliga í verki”

Robert Gutke

Hevur lisið KT-verkfrøði á DTU og starvast nú á Formula

Formula luttekur á JobMatch á hvørjum ári

Formula hevur seinstu árini luttikið við góðum úrsliti á JobMatch. Tú ert vælkomin at koma framvið til eitt prát á okkara bási.

Vit bjóða heiminum av

Loysnir frá Formula verða seldar kring allan heimin. Nevnast kann Totalview, sum í dag hevur yvir 100.000 brúkarar.

Partur av einum livandi og skapandi miðstaði

Formula er partur av tí livandi og skapandi umhvørvinum í Havn – ein miðstaður sum bjóðar livandi mentan, spennandi handlar við føroyskum sniði í heimsflokki, livandi kaféir, bestu matstovur og góðir gistingarmøguleikar. Her er søga og nútíð, her liva stórbýarmentan og føroysk bygdarmentan lið um lið.

Førleikakrøv og setanartreytir

Tú ert lesandi á hægri háskúla og hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin og kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Tú eigur umframt hetta at vera stinnur í føroyskum og enskum máli. Tað er ikki neyðugt at hava serligan tøkniligan kunnleika til tær telduskipanir, sum Formula veitir, tí haldgóð upplæring verður veitt innan økið.

Nakað fyri teg?

Vilt tú gerast ein partur av okkum, og heldur tú teg hava neyðugu førleikarnar? Send umsókn tína við viðkomandi prógvum, lívsrensli (CV) og viðmælum. Hevur tú spurningar ring til okkara á 34 40 00.

Set teg í samband við okkum í dag

Set teg í samband við okkum og hoyr meira um Formula, og hvat vit kunnu bjóða tær.

Søk