Persónsdátupolitikkurin fyri Formula

Formula er dátuábyrgdari fyri teimum upplýsingum, sum tú tøppar inn á umsókn tína í rekrutteringskipanini Totalview HR Rekruttering, sum Formula hevur veitt. Tá ið tú søkir gjøgnum rekrutteringskipanina, góðtekur tú, at vit skráseta og savna persónligu upplýsingar tínar. Hetta er eisini galdandi fyri skjøl, myndir o.a.

Viðgerð av viðkvomum persónsupplýsingum:
Tínar persónsupplýsingar eru savnaðar í samsvari við fría vilja tín at veita samtykki. Harafturat kunnu dáturnar bert verða viðgjørdar við tí endamáli at viðgera umsókn tína.

Sum liður í rekrutteringartilgongdini kann vera, at vit eisini heinta inn aðrar upplýsingar um teg av netinum, undir hesum teimum sosialu miðlunum.
Harumframt kann vera, at vit deila dátur tínar við almennar og løgfrøðiligar myndugleikar, um vit eru tvingað at deila dátur við teir.

Vit kunnu deila umsóknina við okkara starvsfólk, sum eru við í rekrutteringini, og við triðjapart, sum hjálpir til við tilgongdini.

Vit goyma umsóknina og aðrar upplýsingar, sum tú hevur tøppað inn, til rekrutteringartilgongdin er av og í tíðarskeiðinum aftaná, tá ið vit halda, at umsóknin er viðkomandi fyri okkum.

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka samtykkið aftur.

Rættindi tíni:
Tú hevur altíð rætt til innlit í egnar persónligar dátur, sum vit viðgera, umframt biðja um broytingar, um neyðugt.
Vilt tú gera tær dælt av hesum, skalt tú bara senda okkum ein t-post.

Soleiðis fært tú samband:

Formula
Óðinshædd 2
24 40 00
formula@formula.fo

Vilt tú klaga viðgerð okkara av persónligu upplýsingum tínum, kanst tú seta teg í samband við:

Dátueftirlitið
Reyngøta 33,
Postboks 300, 110 Tórshavn
Føroyar
Telefon: +298 309100
T-postur: dat@dat.fo

Við at seta inn persónligu upplýsingar tínar góðtekur tú:
1. at tú hevur lisið og skilt omanfyristandandi persónsdátupolitikk
2. at upplýsingarnar, sum tú hevur tøppað inn eru sannar og eftir bestu sannføring tíni rættar. Undir hesum skilur tú eisini, at um upplýsingarnar ikki samsvara, kann tað elva til, at umsóknin ikki verður góðtikin ella ikki kemur upp á tal
3. at tú við fríum vilja samtykkir, at vit kunnu savna inn og nýta upplýsingar tínar