Umsóknarfreist 20. juni

Vit leita eftir softwaremennarum

Á Formula uppliva vit øktan eftirspurning eftir okkara tænastum og leita tí eftir royndum mennarum.

Les meira

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

Tú hevur fakliga útbúgving og hollar royndir við C#, ASP.NET, JavaScript, HTML5 og CSS3. Tú ert skipað(ur) í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.

Um móðurmálið hjá tær er føroyskt ella annað, hevur minni týdning. Tú skilir føroyskt og kann samskifta á føroyskum, norðurlendskum ella á enskum.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum er menningararbeiðið skipað eftir føstum leisti frá tørvi til lidna loysn. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við mennarum, sniðgevum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki og verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.

Vit menna hillaloysnir og serloysnir, ið verða seldar bæði innan- og uttanlands. Formula mennir loysnir til ein breiðan kundaskara, millum hesar telist Totalview, ið hevur yvir 100.000 brúkarar kring allan heim.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juni 2016 og skulu sendast til starv@formula.fo. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gert Joensen, leiðara á Software Solutions, á tel. 344098.