Umsóknarfreist 1. juli 2018

Starv á Fiskivinnudeildini hjá Formula

Vegna økt virksemi á Fiskivinnudeildina søkja vit eftir einum nýggjum starvsfólki.

Les meira

Arbeiðsøki

Umframt okkara egnu skipanir umboða og samstarva vit á fiskivinnuøkinum við Marel í Íslandi. Fiskivinnuútgerðin, ið vit veita og røkja, er teknisk útgerð so sum reinskeriborð, flokkarar, portiónskutari, vektar-skipanir og onnur teknisk útgerð. Vit veita eisini ymiskar telduskipanir til nevndu útgerð.

Arbeiðið umfatar:

  • Uppsetan og røkt av omanfyri nevndu útgerð
  • Frálæru í nevndu útgerð og skipanum
  • Tænastuveiting

Tínir førleikar

Vit rokna við, at tú hevur:

  • Góðan kunnleika til fiskivinnuna
  • Útbúgving sum elektronikteknikkari, ella aðra líknandi tekniska útbúgving
  • Skil fyri framleiðsluútgerð og kunnleika til EDV á brúkarastøði
  • Áræði og áhuga at vera partur av eini deild í vøkstri
  • Skil fyri, at fiskivinnan setur stór krøv til tænastu, soleiðis at arbeiðsdagurin ikki altíð kann verða innan vanliga arbeiðstíð

Vit vænta eisini, at tú ert dynamisk/ur, kundavinarlig/ur, hevur ein jaligan hugburð og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, samstundis sum tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða tvørtur um fakmørk, har fakligu avbjóðingarnar eru í hásæti og saman við tínum starvsfeløgum
gongur tú eini spennandi yrkisleið á Formula á møti. Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning. Vit bjóða eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Send tína umsókn við prógvum til Hans Paula Petersen á teldupost adressu hpp@formula.fo. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Paula Petersen á áðurnevndu teldupost adressu. Umsóknarfreistin er: Sunnudagin 1. Juli 2018