Umsóknarfreist 12. Mars 2017

Tøkningur til kundatænastutoymið

Les meira

Starvið

Vit arbeiða miðvíst við heildarupplivilsinum, vit geva kundum okkara. Vit vita, at sjálvt undirstøðukervið bert er ein lítil partur av samlaðu veitingini til kundan. Orka skal leggjast í, at fáa fólk og tøkni at spæla saman, soleiðis, at samlaða veitingin skal eydnast. Kundatænastutoymið hevur tí ein serligan leiklut á Formula. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.

Tú kemur at starvast sum bindilið millum kundan og undirstøðukervið, ið vit veita, og tú kemur at taka tær av øllum viðurskiftum kring undirstøðukervið, sum kundin er partur av. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og snúgva seg í høvuðsheitum um “Service desk”, góðskutrygging, skjalfesting, verksetan og brúkarahjálp. Tú kemur at arbeiða við m.a. Windows Server, Hyper-V, Exchange, Windows 8/10, Office, Veeam, Sophos v.m.

Tínir førleikar

Vit leggja líka stóra áherðslu á tínar persónligu førleikar, sum fakligu førleikarnar. Tú ert útvend(ur), fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur). Góðskutryggingin, ið tú fert at brúka nógva tíð uppá, setur krøv til at tú arbeiðir skipað og at tú ert tilvitað(ur) um góðsku.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar styrkir. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

Tøkniliga nýtist tær ikki at vera eitt flogvit, men vit vænta, at tú ert væl fyri. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir kervisskipanir sum t.d. Windows Server, somuleiðis er tað ein fyrimunur, um tú hevur førleikar ella útbúgving/certificering innan til Windows Server, Exchange, Office, Windows 8 ella nýggjari, og tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir, og harvið megnar at nema tær nýggja vitan.

Tú kemur í høvuðsheitum at arbeiða við føroysku kundunum, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert væl fyri í føroyskum, bæði í skrift og talu.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.

Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum, kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. mars 2017 og skulu sendast til starv@formula.fo. Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum, á tel. 344145.