Um okkum

Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku.

Úrslitið telur

Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Allir stovnar og fyritøkur eru serstakar við sínum egnum mannagongdum og arbeiðshættum. Vit veita heildartænastuna, sum hóskar júst til tykkara mannagongdir og arbeiðshættir, so tit kunna betra tykkara virksemi.

Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemið er skipað í serdeildir, so vit veita tær servitan, ið tryggja tykkara rakstur best møguligt.

Vit veita trygd fyri, at vit eisini eru her í morgin at hjálpa tær. Formula er ein fíggjarliga trygg fyritøka við einari eginfígging á 55% og einum gjaldførislutfalli á 355. Á Formula starvast 80 starvsfólk. Vit hava skrivstovur í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn.

Kjarnuførleikar

Set teg í samband við okkum í dag

Set teg í samband við okkum og hoyr meira um Formula og hvørja tænastu vit kunnu bjóða tær.

Skriva eini boð