Umsóknarfreist 28. mai 2018

Vit leita eftir KT-ráðgeva

Vit leita eftir einum ágrýtnum KT-ráðgeva at arbeiða við fíggjarloysnum (Microsoft Dynamics NAV).

Les meira

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

Tú hevur praktiskar royndir við bókhaldi og brennur fyri Excel. Vit rokna við at tú hevur handilsútbúgving og í ein ávísan mun hevur førleikar innan KT.
Tað er umráðandi at tú er ágrýtin, treisk/ur og ikki er bangin fyri at taka eina hond í, tá nógv er at gera. Um hettar ljóðar sum tú, so er tað kanska júst tær vit leita eftir.

Vit hjálpa tær at koma í gongd við at arbeiða við okkara fíggjarloysnum. Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum og spennandi umhvørvi, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ið hava fleiri ára royndir innan ráðgeving og forritan av fíggjarloysnum til fyritøkur og stovnar í Føroyum og uttanlands.

Tínar arbeiðsuppgávur

Starvið er fjølbroytt og fevnir um ráðgeving av loysnum og at hjálpa okkara kundum innan fiskivinnuna, detail, flutningsvinnuna, byggivinnuna, kommunur og fleiri aðrar vinnugreinar.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast. Sum partur av starvsfólkahópinum á Formula fær tú møguleika at fáa altjóða útbúgving og góðkenningar innan títt starvsøkið, tí hettar er ein fastur táttur í okkara starvsfólkamenning. Vit skipa javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. mai 2018 og skulu sendast til starv@formula.fo. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Jan Berg, leiðara á Fíggjarloysnum, á tel. 244033.