UX starvsfólk

Hevur tú evnini at fáa tað einfalda burtur úr tí fløkjasliga? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Søk nú

Um starvið

Starvið sum UX starvsfólk er sera fjølbroytt og fevnir um greining og sniðgeving av loysnum, sum vit menna til okkara kundar. Nýtslumarkamótið (user interface) má vera væl úr hondum greitt, tí vit trúgva, at brúkaraupplivingin er avgerandi fyri, at endaliga úrslitið gerst væleydnað.

Vit hava tørv á fólki við hollum førleikum, ið kann hjálpa okkum við at greina tørvin hjá kundum og brúkarum, og síðani gera uppskot til snið til brúkaravinarligar loysnir. Tú kemur at virka sum brúgv millum brúkarar og mennarar, og tí er neyðugt, at tú dugir væl at samskifta. Harumframt er neyðugt, at tú kennir til møguleikar og avmarkingar í tøknini.

Tínir førleikar

Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan UX, interaction design ella sniðgeving og kennir til standardir innanfyri brúkbæri (usability). Harumframt er tað ynskiligt, at tú hevur royndir innan fakið, og vit vænta, at tú í minsta lagi hevur praktiskar royndir við hesum frá útbúgvingini.

Tú hevur royndir við amboðum, ið verða nýtt innan greining og sniðgeving, eitt nú Adobe XD, Adobe Photoshop og Illustrator. Vitan innanfyri HTML/CSS er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Okkara arbeiðsumhvørvið er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Hesi tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

Stutt um Formula

Formula er millum fremstu heildarveitarar av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemið er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast uml. 85 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. november 2020. Vinarliga viðfest dømir frá farnum verkætlanum, har tú hevur havt ábyrgd av greining og sniðgeving. Trýst á “Søk nú” knøttin fyri at byrja.

Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Robert Gutke, UX-sniðgeva, á telefon 344093 ella Gert Joensen, deildarleiðara, á telefon 344098.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk nú