Onki úrslit at finna.

Emma hevur lokið sína útbúgving sum dátutøkningur við sergrein í programmering.

🎉 Hjartaliga tillukku, Emma!

Í dag eru vit á Formula stolt av at ynskja Emmu Midjord Niclasen hjartaliga tillukku við loknari útbúgving sum dátutøkningur við sergrein í programmering.

Emma byrjaði í læru hjá Formula í august 2021 og hevur nú lokið sína útbúgving. Lærutíðin hevur verið ein spennandi samanseting av praktiskum arbeiði hjá Formula og skúlagongd í Danmark, har teori og praksis ganga hond í hond.

Vit eru eisini sera errin av, at skúlin hevur valt at innstilla Emmu til ML-prísin 2026.

Hetta er ein serlig viðurkenning, sum verður latin lærlingum, ið hava skarað framúr – bæði fakliga og menniskjaliga. Millum treytirnar er, at lærlingurin hevur fingið hægsta møguliga próvtal, 12, til sveinaroyndina, umframt at hava verið ein góður starvsfelagi og samstarvsfelagi gjøgnum alla lærutíðina.

At verða innstillað til hendan heiðurin er tí ein stór viðurkenning av bæði dugnaskapi, arbeiðssemi og persónligum eginleikum.

Vegleiðari hjá Emmu hevur verið Sólja, sum er mennari á Formula.

Ein áheitan til ung og foreldur

Vit vilja samstundis heita á ung, sum hava áhuga fyri KT og tøkni, og ikki minst foreldur teirra, um at hugsa um eina lærlingaútbúgving.

Ein lærlingaútbúgving gevur møguleika at:

✅ arbeiða við veruligum verkætlanum frá fyrsta degi,

✅ fáa løn undir útbúgvingini,

✅ sameina arbeiði og skúlagongd,

✅ fáa part av skúlagongdini uttanlands,

✅ og enda við einum eftirspurdum yrki við sera góðum framtíðarmøguleikum.

Føroyar hava tørv á fleiri dugnaligum KT-fólkum, og vit vilja fegin vera við til at menna næstu ættarliðini.

Enn einaferð hjartaliga tillukku, Emma – og takk fyri framúr góða arbeiðið! 👏💚

Aðrar greinar