Vanligar sølu- og handilstreytir hjá Formula PF.

1. Alment:

Vanligu sølu- og veitingartreytirnar niðanfyri eru galdandi fyri allar veitingar, sum P/F Formula (hereftir nevnt Formula) letur, uttan so at
vikið verður frá teimum heilt ella partvíst við aðrari skrivligari avtalu.

Serligar keypstreytir ella serstøk krøv til tað keypta frá keyparans síðu, sum til dømis eru nevnd í vanligu keypstreytunum hjá keypara, í
bílegging ella staðfestingarskrivi hjá keypara, eru ikki bindandi fyri Formula, uttan so at Formula skrivliga hevur váttað at ganga undir nevndu serstøku
treytir.

 

2. Handilstreytir

Um ikki annað er avtalað fer sølan fram við gjaldstreytuni kontant. Í ávísum førum, og eftir nærri avtalu við Formula, ber til at keypa uppá kreditt. Søla við kreditti hevur altíð gjaldstreytina 21 dagar.

Ognarrættur er hjá Formula inntil vøran er fult goldin

Um kundi ikki hevur gjørt vart við seg innan gjaldfreistin er farin, er fakturi roknaður sum góðtikin. Møguligar klagur skulu fráboðast áðrenn gjaldsfreistin er farin.

Allir prísir á vørum og tænastum frá Formula eru uttan MVG.

Formula heftir ikki fyri triðja part, uttan so at hettar er tilskilað frammanundan.

Formula hjálpir fegið sínum kundum at loysa møguligar avbjóðingar og trupulleikar. Tað kemur fyri, at trupulleikaeyðkenni (symptom) vísa seg í skipanum og útgerð, sum eru útvegaðar av Formula, men trupulleikarnir eru íkomnir orsakað av árinum frá triðja parti. Vísir tað seg, at trupulleikar eru orsakað av triðja parti, og tað ikki greitt er tilskilað frammanundan, at triði partur borgar fyri loysn av trupulleikanum, tá tilskilar Formula sær rætt til at senda rokning fyri brúktu tíðina og tilfar. Er útgerðin/loysnin fevnd av garanti frá einum av okkara undirveitarum, so verða umvælingar sjálvandi loystar eftir treytunum hjá hesum undirveitarum.

Formula kann ikki ábyrgdast fyri tap, sum vanliga kemur undir kundans handilsváða/rakstrarváða, t.d. tap av inntøku, óbeinleiðis tap t.d. rakstrartap, tap av vinningi v.m.

Formula heftir vegna undirveitarar í tann mun, at undirveitarans garanti gerst galdandi.

 

3. Loyvisavtala (licensavtala).

Formula heldur seg til galdandi siðvenju í KT vinnuni um vavið av loyvi til ritbúnað.

Við keypi av loyvi (licensi) fær keyparin loyvi at brúka eitt avrit av loyvinum (licensinum) til egna innanhýsis nýtslu. Loyvið (licensurin) kann ikki seljast víðari ella gevast øðrum til nýtslu.

Formula brúkar harumframt galdandi siðvenju í KT vinnuni, har tilskilað er at Formula ikki veitir rakstrargaranti, garanti fyri mista inntøkur ella tap, upplýsingarmissi ella øðrum fíggjarligum missi hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, forstaði ella undir forstaðið.

Í samband við søla av ritbúnaði hjá triðja parti, tá eru treytirnar sambært treytunum hjá veitarunum. Kundin hevur sjálvur ábyrgdina av, at neyðug loyvi til ritbúnað eru frá triðja parti.

 

4. Loyvistrygging (Software Insurance)

Skipanir verða áhaldandi mentar, so tær í framtíðini eisini virka skynsamt við atliti til tekniskar broytingar, ið altíð koma eins væl og broytingar í lógarverki annars.

Loyvistrygging (software insurance) tryggjar skipaninir ímóti broytingum í skipanum, sum td Windows, SQL, osfv. Skipanirnar verða eisini loypandi mentar og dagførdar við tí fyri eygað, at gera arbeiðsgongdir og virksemið smidligari, og harvið virkar fyri at arbeiðið kann fremjast munabetri.

So leingi rindað verður fyri loyvistrygging (software insurance) gevur tryggingin kundanum rættindi til nýggjastu útgávu av skipanini. Tó skal gjaldast fyri arbeiðið at dagføra hana, og ein dagføring skal altíð umbiðjast.

Loyvistrygging (software insurance) í samband við søla av ritbúnaði hjá triðja parti, eru sambært treytunum hjá veitarunum.

Prísurin fyri loyvistrygging (software insurance) er altíð ein prosentbrøkur av listaprísinum. Loyvistrygging verður roknað av fulla loyvisvirðinum og er kravd fyrsta árið. Eftir hetta kann hon uppsigast til 1. januar í einum ári við tríggjar mánaða freist.

Viðvíkjandi leiguloyvum er sama uppsagnartíð galdandi sum við loyvistrygging, tvs hesi kunnu uppsigast til 1. januar í einum ári við tríggjar mánaða freist.