Onki úrslit at finna.

{{active_course.name}}

Skeiðið er ikki tøkt í løtuni
Melda til skeiðið

Skeið í nýggju útgávuni av  ISO 27001 KT trygdarstandardinum (2 daga skeið)

Skeiðið er grundað á nýggjastu útgávuna av standardinum, tvs. 2022 útgávuna. Á hesum 2 daga skeiðnum í KT trygd fært tú eina gjøgnumgongd av ISO 27001 standardinum og lærur hvussu tú kanst fremja hetta í verki, herundir gjøgnumgongd av hvussu tú í stigum verksetur eina leiðsluskipan innan KT trygd í samsvari við standardin.
Á skeiðnum verða eisini ymiskar venjingar soleiðis, at tú kanst knýta evnini til júst tína fyritøku/stovn.
Møguleiki er at enda skeiðið við eini próvtøku sum verður tikin online, júst tá tað passar tær, umvegis online-skipanina hjá PECB (www.pecb.com), sum síðan sendir tær eitt altjóða viðurkent certifikat.

Um ISO 27001
ISO/IEC 27001 er ein altjóða leiðslustandardur innan KT trygd. Standardurin er eitt stýringsamboð sum stuðlar fyritøkuni/stovninum í at verja síni virðismiklu dáta, herundir eisini persónsdáta. ISO 27001 setur krøv til planlegging, verkseting, uppfylging og betran av eini leiðsluskipan innan KT trygd, eisini kallað eitt ISMS “Information Sequrity Management System”.

Á skeiðnum fært tú innlit í:

  • Yvirlit yvir KT trygd og krøvini í ISO 27001 standardinum
  • Hátt til verkseting í egnari fyritøku/stovni
  • Amboð til fyrireiking, verkseting, uppfylging og betran av leiðsluskipanini innan KT trygd
  • Íblástur til trygdararbeiðið við ymiskum venjingum og bólkaarbeiði
  • Altjóða viðurkent prógv frá PECB um tú velur at taka hesa royndina eftir lokið skeið

Málbólkur
Leiðarar og starvsfólk sum arbeiða innan KT trygd. Talan er um eitt grundskeið og tískil onki serlig førleikakrøv annað enn, at hetta er innan títt ábyrgdar og/ella arbeiðsøki. Eisini er málbólkurin tey sum hava arbeitt við ISO 27001 2013 útgávuni og sum í næstum skulu leggja um til 2022 útgávuna av standardinum.

Sambært KT trygdarrundskrivið skulu allar almennir stovnar hava sett í verk eina KT trygd sum byggir á ISO 27001, ella ein tilsvarandi standard á sama stigi. Tískil er hetta skeiðið sera viðkomandi fyri hesar stovnar.

Onnur viðurskifti
Formula hevur gjørt avtalu við altjóða certificeringsfyritøkuna PECB (www.pecb.com) og í sambandi við skeiðið fær luttakarin atgongd til skipanina og tilfar hjá PECB. Meira kunning fæst um hetta í sambandi við tilmeldingina til skeiðið.
Sum framhald av hesum skeiðnum verður eisini eitt ISO 27002 skeið 19. - 20. juni, sum er ein standard leistur til verkseting av KT trygd í samsvari við ISO 27001 standardin.

Alt tilfarið á skeiðnum er á enskum máli og undirvíst verður á donskum. Tað er Anders Linde sum undirvísir og hann hevur sera drúgvar royndir sum undirvísari á hesum økinum.

Skeiðið umfatar nýggju útgávuna av standardinum, tvs. 2022 útgávuna av standardinum

Kostnaður
2 daga skeiðið kostar kr. 12.500 og umfatar skeiðtilfarið og møguliga online próvtøkuroynd. Vit mæla til, at fyritøkan/stovnurin hevur ogna sær rættindini til 2022 útgávuna av ISO 27001 og ISO 27002 standardinum, sum kann keypast á www.ds.dk

Undirvíst verður 13. og 14. apríl frá kl. 9 til 16, og døgurði er íroknaður kostnaðin.

Tilmeldingarfreistin
Freistin er 31. mars og tilmeldingin er bindandi eftir hesa dagfesting.

Melda til skeiðið