
{{active_course.name}}
Skeið í nýggju útgávuni av ISO 27002 (2 daga skeið)
Skeið í nýggju útgávuni av ISO 27002 – Vegleiðing í verkseting av hóskandi trygdartiltøkum
Skeiðið er grundað á nýggjastu útgávuna av vegleiðingini, tvs. 2022 útgávuna. Á hesum 2 daga skeiðnum í at velja út og verkseting av hóskandi trygdartiltøkum, fært tú eina gjøgnumgongd av ISO 27002 vegleiðingini og lærur hvussu tú kanst fremja hetta í verki, herundir gjøgnumgongd av hvussu tú velur út og verksetur hóskandi trygdartiltøk í samsvari tørv tykkara og ISO 27001 trygdarstandardin.
Á skeiðnum verða eisini ymiskar uppgávur og venjingar soleiðis, at tú kanst knýta vegleiðandi trygdartiltøkini til júst tína fyritøku/stovn.
Møguleiki er at enda skeiðið við eini próvtøku sum verður tikin online, júst tá ið tað passar tær, umvegis online-skipanina hjá PECB www.pecb.com, sum síðan sendir tær eitt altjóða viðurkent certifikat.
Á hesum skeiðnum lærir tú at velja út hóskandi trygdartiltøk (bygnaðarlig, tøknilig, fysisk og atferðar), sum eru umfatað av nýggju 2022 útgávuni av KT trygdarstandardinum. Dentur verður serliga lagdur á, at skilja bygnaðin og innihaldið í nýggju útgávuni av vegleiðingini.
ISO 27002 er ein “Best Practice” vegleiðing til hvussu tú kanst velja út og seta í verk hóskandi trygdartiltøk í samsvari við ISO 27001 trygdarstandardin,
Um ISO 27002
ISO 27002 er ein “Best Practice” vegleiðing til hvussu tú kanst velja út og seta í verk hóskandi trygdartiltøk í samsvari við ISO 27001 trygdarstandardin. Vegleiðingin hjálpir tær at velja út hóskandi trygdartiltøk í sambandi við verkseting av eini leiðsluskipan innan KT trygd, sum byggir á ISO 27001 trygdarstandardin og sum inniheldur eitt samlað yvirlit yvir hóskandi bygnaðarlig, tøknilig, fysisk og atferðar trygdartiltøk.
Á skeiðnum fært tú innlit í hesi øki:
- Yvirlit yvir bygnaðarlig, tøknilig, fysisk og atferðar trygdartiltøk
- Skilja uppgávurnar í sambandi við verkseting av trygdartiltøkum og politikki grundað á vegleiðingina í ISO 27002
- Verkligan kunnleika til mátar og arbeiðshátt í sambandi við verkseting av munagóðum trygdartiltøkum
- Fáa neyðuga vitan til at stuðla undir planlegging, verkseting og umsiting av hóskandi trygdartiltøkum
- Skilja váðastýring og týdningin av hesum í støðutakanini til hóskandi trygdartiltøk
Málbólkur
Leiðarar og starvsfólk sum arbeiða innan KT trygd. Talan er um eitt grundskeið og tískil eru onki serlig førleikakrøv annað enn, at tú hevur luttikið í ISO 27001 skeiðnum og at hetta er innan títt ábyrgdar og/ella arbeiðsøki. Eisini er málbólkurin tey sum hava arbeitt við ISO 27001 og 27002, 2013 útgávuni, og sum í næstum skulu leggja um til 2022 útgávuna av standardinum og vegleiðingini.
Sambært KT trygdarrundskrivið skulu allir almennir stovnar hava sett í verk eina KT trygd sum byggir á ISO 27001, ella ein tilsvarandi standard á sama stigi. Tískil er hetta skeiðið eisini sera viðkomandi fyri hesar stovnar.
Onnur viðurskifti
Formula hevur gjørt avtalu við altjóða certificeringsfyritøkuna PECB www.pecb.com og í sambandi við skeiðið fær luttakarin atgongd til skipanina og tilfar hjá PECB. Meira kunning fæst um hetta í sambandi við tilmeldingina til skeiðið.
Skeiðið byggir á ISO 27001 KT trygdarstandardin og umfatar vegleiðing í verkseting av hóskandi trygdartiltøkum. Tískil er neyðugt at hava luttikið á ISO 27001 skeiðnum ella hava tilsvarandi førleikar.
Vit mæla til, at fyritøkan/stovnurin, innan skeiðið, hevur ogna sær rættindini til 2022 útgávuna av ISO 27001 standardinum og ISO 27002 vegleiðingini.
Alt tilfarið á skeiðnum er á enskum máli og undirvíst verður á donskum. Tað er Anders Linde sum undirvísir og hann hevur sera drúgvar royndir sum undirvísari á hesum økinum.
Kostnaður
2 daga skeiðið kostar kr. 12.500 og umfatar skeiðtilfarið og møguliga online próvtøkuroynd. Vit mæla til, at fyritøkan/stovnurin, innan skeiðið, hevur ogna sær rættindini til 2022 útgávuna av ISO 27001 standardinum og ISO 27002 vegleiðingini, sum kann keypast á www.ds.dk
Undirvíst verður 19. og 20. juni frá kl. 9 til 16 og døgurði er íroknaður kostnaðin.
Tilmeldingarfreistin
Freistin er 30. mai og tilmeldingin er bindandi eftir hesa dagfesting.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi skeiðnum ert tú vælkomin at seta teg í samband við Robert Vilhelmsen, trygdarleiðara rv@formula.fo