Onki úrslit at finna.

{{active_course.name}}

Skeiðið er ikki tøkt í løtuni
Melda til skeiðið

Skeið í kunningartrygd og váðastýring grundað á ISO 27005:2022 standardin

ISO 27002 Manager – 3 daga skeið í vegleiðing, verkseting og stýring av hóskandi trygdartiltøkum - 22.-24. oktober

Skeiðið er grundað á ISO 27002 vegleiðingina. Á hesum 3 daga skeiðnum lærir tú at velja út, verkseta og umsita neyðugu trygdartiltøkini grundað á ISO 27002 vegleiðingina. 

Tú fært eina nágreiniliga gjøgnumgongd av ISO 27002 vegleiðingini og lærur hvussu tú kanst fremja hetta í verki, herundir gjøgnumgongd av hvussu tú velur út og verksetur hóskandi trygdartiltøk í samsvari tørv tykkara og ISO 27001 trygdarstandardin.

Á skeiðnum verða eisini ymiskar uppgávur og venjingar soleiðis, at tú kanst knýta vegleiðandi trygdartiltøkini til júst tína fyritøku/stovn.

Møguleiki er at enda skeiðið við eini próvtøku sum verður tikin online, júst tá  ið tað passar tær, umvegis online-skipanina hjá PECB www.pecb.com, sum síðan letur tær eitt altjóða viðurkent certifikat.

Tú lærir ítøkiliga at velja út, verkseta og umsita hóskandi trygdartiltøk (bygnaðarlig, tøknilig, fysisk og atferðar), sum eru umfatað av nýggju 2022 útgávuni av KT trygdarstandardinum, og í samsvari við tørv og trygdarskipan tykkara.

 

Um ISO 27002

ISO 27002 er ein “Best Practice” vegleiðing til hvussu tú kanst velja út og seta í verk hóskandi trygdartiltøk í samsvari við ISO 27001 trygdarstandardin og tykkara trygdarskipan. Vegleiðingin hjálpir tær at velja út hóskandi trygdartiltøk í sambandi við verkseting av eini leiðsluskipan innan kunningartrygd, sum byggir á ISO 27001 trygdarstandardin og sum inniheldur  eitt samlað yvirlit yvir hóskandi  bygnaðarlig, tøknilig, fysisk og atferðar trygdartiltøk.

 

Á skeiðnum fært tú innlit í hesi øki:

  • Yvirlit yvir bygnaðarlig, tøknilig, fysisk og atferðar trygdartiltøk
  • Kunningartrygd, Cybertrygd og persóndátuvernd grundað á ISO 27001 og 27002
  • Skilja uppgávurnar í sambandi við verkseting av trygdartiltøkum og politikki grundað á vegleiðingina í ISO 27002
  • Verkligan kunnleika til mátar og arbeiðshátt í sambandi við verkseting av munagóðum trygdartiltøkum
  • Fáa  neyðuga vitan til at stuðla undir planlegging, verkseting og umsiting av hóskandi trygdartiltøkum
  • Skilja váðastýring og týdningin av hesum í støðutakanini til hóskandi trygdartiltøk

 

Málbólkur

Leiðarar og starvsfólk sum arbeiða innan kunningartrygd. Talan er um eitt víðkað grundskeið og tískil eru onki serlig førleikakrøv annað enn, at tú hevur luttikið í ISO 27001 skeiðnum og at hetta er innan títt ábyrgdar og/ella arbeiðsøki. Eisini er málbólkurin tey sum hava arbeitt við ISO 27001 og 27002, 2013 útgávuni og sum skulu, ella eru ígongd við at leggja um til 2022 útgávuna av standardinum og vegleiðingini.

Sambært KT trygdarrundskrivið skulu allir almennir stovnar hava sett í verk eina kunningartrygd sum byggir á ISO 27001, ella ein tilsvarandi standard á sama stigi. Tískil er hetta skeiðið eisini sera viðkomandi fyri hesar stovnar. Eisini er hetta sera viðkomandi fyrireiking til nýggju nettrygdarlógina, sum væntandi kemur í gildið seinna hálvár. 

 

Onnur viðurskifti

Formula hevur gjørt avtalu við altjóða certificeringsfyritøkuna PECB www.pecb.com og í sambandi við skeiðið fær luttakarin atgongd til skipanina og tilfar hjá PECB. Meira kunning fæst um hetta í sambandi við tilmeldingina og á skeiðnum.

Skeiðið byggir á ISO 27001 KT trygdarstandardin og umfatar vegleiðing í verkseting av hóskandi trygdartiltøkum. Tískil er neyðugt at hava luttikið á ISO 27001 skeiðnum ella hava tilsvarandi førleikar.

Vit mæla til, at fyritøkan/stovnurin, innan skeiðið, hevur ogna sær rættindini til 2022 útgávuna av ISO 27001 standardinum og ISO 27002 vegleiðingini.

Alt tilfarið á skeiðnum er á enskum máli og undirvíst verður á donskum. Tað er Anders Linde sum undirvísir og hann hevur sera drúgvar royndir sum undirvísari á hesum økinum.

 

Kostnaður

3 daga skeiðið kostar kr. 16.500 u/mvg og umfatar skeiðtilfarið og møguliga online próvtøkuroynd. Vit mæla til, at fyritøkan/stovnurin, innan skeiðið, hevur ogna sær rættindini til 2022 útgávuna av ISO 27001 standardinum og ISO 27002 vegleiðingini, sum kann keypast á www.ds.dk

Undirvíst verður 22. - 24. oktober frá kl. 9 til 16 og døgurði er íroknaður kostnaðin.

 

Tilmeldingarfreistin

Freistin er 28. september og tilmeldingin er bindandi eftir hesa dagfesting.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi skeiðnum ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Vágsheyg Kruse, trygdarleiðara kk@formula.fo

Les meira um skeiðið í ensku lýsingini hjá PECB: iso-iec-27002-manager_4p.pdf

 

Melda til skeiðið
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.