Onki úrslit at finna.

{{active_course.name}}

Skeiðið er ikki tøkt í løtuni
Melda til skeiðið

Skeið í kunningartrygd og váðastýring grundað á ISO 27005:2022 standardin

ISO 27005 Risk Manager

Hetta “Risk Manager” skeiðið í kunningartrygd gevur tær hollan førleika til stýring av teim váðum, sum kunnu ávirka kunningartrygdina í fyritøkuni ella stovninum. Møguleiki er at taka eina sertificeringsroynd aftaná skeiðið og skeiðið stuðlar undir trygdarstandardinum ISO 27001. Skeiðið er eisini sera viðkomandi í sambandi við váðastýring innan persóndátuvernd við atliti til Dátuverndarlógina.

Á skeiðnum fært tú eisini kunnleika til aðrar hættir innan váðameting og stýring, so sum OCTAVE, EBIOS, MEHARI, CRAMM, NIST og Harmonized TRA.

Um ISO 27005

ISO/IEC 27005 er ein altjóða standardur og vegleiðing innan váðastýring av kunningartrygdini.

Á skeiðnum fært tú innlit og royndir í:

  • Grunnleggjandi meginreglur og hugtøk innan kunningartrygd og váðastýring
  • Verksetan av kunningartrygd og váðastýring
  • Skipan av kunningartrygd, váðastýring og tilgongd grundað á ISO 27005 
  • Viðgerð av váðum innan kunningartrygd
  • Kunning, yvirvaking og betran av váðastýringin innan kunningartrygd
  • Aðrar hættir innan kunningartrygd, váðameting og váðastýring

Málbólkur

  • Leiðarir og ráðgevar innan kunningartrygd í fyritøkuni ella stovninum
  • Persónar, sum hava ábyrgd av váðastýring av kunningartrygdini
  • Limir í arbeiðsbólkum innan kunningartrygd og dátuverndarfólk (DPO)
  • Persónar, sum hava ábyrgd av kunningartrygdini grundað á ISO 27001
  • Verkætlanarleiðarir, ráðgevar og serfrøðingar, sum ynskja førleikamenning innan kunningartrygd og váðastýring

Sambært KT trygdarrundskrivið frá Fíggjarmálaráðnum,  skulu allir almennir stovnar og myndugleikar hava sett í verk eina kunningartrygd, sum byggir á ISO 27001 ella ein tilsvarandi trygdarstandard. Váðastýring er eisini ein sera týðandi partur av kunningartrygdini og ISO 27005 er ein sera góð vegleiðing til váðastýringina.

Onnur viðurskifti
Formula hevur gjørt avtalu við altjóða certificeringsfyritøkuna PECB (www.pecb.com) og í sambandi við skeiðið fær luttakarin atgongd til skipanina og tilfar hjá PECB. Meira kunning fæst um hetta í sambandi við tilmeldingina til skeiðið.
Alt skeiðtilfarið er á enskum máli og undirvíst verður á donskum. Tað er Anders Linde sum undirvísir og hann hevur sera drúgvar royndir sum undirvísari á hesum økinum.

Skeiðið umfatar nýggju 2022 útgávuna av ISO 27005 standardinum.

Kostnaður
3 daga skeiðið kostar kr. 18.500 uttan mvg og umfatar skeiðtilfarið og møguliga online próvtøkuroynd. Vit mæla til, at fyritøkan/stovnurin ognar sær rættindini til 2022 útgávuna av ISO 27005 standardinum, sum kann keypast á www.ds.dk. Um tú meldar teg til 2 ella fleiri skeið fyrra hálvár ella tit eru fleiri frá somu fyristøku/stovni, fært tú 10 % avsláttur av skeiðum í endaligu uppgerðini.

Undirvíst verður allar dagarnar frá 9 til 16, og døgurði er íroknaður kostnaðin.

Tilmeldingarfreistin
Freistin er 25. november og tilmeldingin er bindandi eftir hesa dagfesting.

Meira um skeiðið á enskum her: iso-iec-27005-risk-manager-en.pdf (pecb.com)

Melda til skeiðið
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.