Onki úrslit at finna.

{{active_course.name}}

Skeiðið er ikki tøkt í løtuni
Melda til skeiðið

Skeið í ISO 27701 trygdarstandardinum innan persónsdátuvernd 15.-16. des.

Skeið í ISO 27701 trygdarstandardinum, innan persóndátuvernd,  15.-16. desember

Innleiðsla í nýggja trygdarstandardin ISO 27701, sum umfatar kunningartrygd innan persóndátuvernd og viðkomandi trygdartiltøk í hesum sambandi.  Hetta er sostatt eitt týðandi ískoyti til trygdarskipanina hjá fyritøkum og stovnum í at lúka krøvini til nøktandi persónsdátuvernd. Á skeiðnum verða eisini ymiskar venjingar soleiðis, at tú kanst knýta evnini til júst tína fyritøku/stovn.

Um ISO 27701 standardin

ISO/IEC 27701 er ein nýggjur altjóða standardur innan persónsdátuvernd. Standardurin er eitt stýringsamboð sum stuðlar fyritøkuni/stovninum í at verja síni virðismiklu dáta, herundir serliga persónsdáta. ISO 27701 setur krøv til og vegleiðing til planlegging, verkseting, uppfylging og betran av kunningartrygdini innan persónsdátuvernd, eisini kallað ein PIMS skipan “Privacy Information Management System”. Standardurin er tætt kýttur at ISO 27001 standardinum og 27002 vegleiðingini og skeiðið umfatar tískil eisini viðkomandi samanhang millum hesar.

Á skeiðnum fært tú innlit í:

  • Yvirskipaða kunning um hugtøk og krøv til verkseting og stýring av trygdarskipan innan persónsdátuvernd
  • Grunnleggjandi fatan av trygdarskipanini innan persóndátuvernd, grundað á ISO 27701
  • Samanhang millum ISO 27001, 27002 og 27701
  • Hvussu trygdartiltøkini kunnu stuðla tær í at lúka krøvini í dátuverndarlógini

 

Málbólkur

Leiðarar og starvsfólk sum arbeiða innan kunningartrygd  og persóndátuvernd. Talan er um eitt grundskeið og tískil onki serlig førleikakrøv. Eisini er hetta skeiðið sera viðkomandi fyri tey sum skulu, ella longu arbeiða við ISO 27001 trygdarstandardinum og persónsdátuvernd. 

Sambært KT trygdarrundskrivið skulu allir almennir stovnar hava sett í verk eina KT trygd sum byggir á ISO 27001, ella ein tilsvarandi standard á sama stigi. Tískil er hetta skeiðið eisini sera viðkomandi fyri hesar stovnar. Eisini er hetta sera góð fyrireiking til nýggju Nettrygdarlógina, sum væntandi kemur í gildið seinna hálvár.

 

Onnur viðurskifti

Formula hevur gjørt avtalu við altjóða certificeringsfyritøkuna PECB www.pecb.com og í sambandi við skeiðið fær luttakarin atgongd til skipanina og tilfar hjá PECB. Meira kunning fæst um hetta í sambandi við tilmeldingina til skeiðið og luttøkuna.

Møguleiki er at enda skeiðið við eini próvtøku sum verður tikin online, júst tá  ið tað passar tær, umvegis online-skipanina hjá PECB www.pecb.com, sum síðan letur tær eitt altjóða viðurkent certifikat.

Alt tilfarið á skeiðnum er á enskum máli og undirvíst verður á donskum. Tað er Anders Linde sum undirvísir og hann hevur sera drúgvar royndir sum undirvísari á hesum økinum.

Tað er ein fyrimunur at kenna til ISO 27001 og ISO 27002, men ikki ein fyritreyt.

 

Kostnaður

2 daga skeiðið kostar kr. 10.500 u/mvg og umfatar skrivligt skeiðtilfar og online atgongd til hetta á PECB skipanini. Vit mæla til, at fyritøkan/stovnurin, innan skeiðið, hevur ogna sær rættindini til ISO 27701 standardin, sum kann keypast á www.ds.dk. Um tú meldar teg til 2 skeið seinna hálvár, ella tit eru fleri frá somu fyritøku/stovni fáa tit 10 % avsláttur av hesum skeiðum í endaligu uppgerðini.

Undirvíst verður 15.-16. desember kl. 9 til 16 og døgurði er íroknaður kostnaðin.

 

Tilmeldingarfreistin

Freistin er 21. november og tilmeldingin er bindandi eftir hesa dagfesting.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi skeiðnum ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Vágsheyg Kruse, trygdarleiðara kk@formula.fo

Sí nærri lýsing av skeiðnum á enskum her: iso-iec-27701-foundation_1p.pdf

Melda til skeiðið
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.