Onki úrslit at finna.

Fá tamarhald á tínum fíggjarviðurskiftum

við Dynamics 365 Business Central

Business Central

Microsoft Dynamics 365 Business Central er tann nýggjasta útgávan av fíggjarskipanini hjá Microsoft.

Við Business Central fær tú eina nútímans fíggjarskipan, sum hevur eina rúgvu av hentleikum innan fíggjarstýring, sølu, keyp, goymslu, sakir og mangt annað. Skipanin kann eisini skraddaraseymast til júst tykkara tørv. Okkara uppgáva er at ráðgeva tær um ta bestu loysnina.

Ein smidlig loysn

Business Central kann lættliga tillagast tín tørv, skilt á tann hátt, at um tørvurin á hentleikum ella brúkarum økist, so kunnu lættliga fleiri hentleikar leggjast afturat ella økja ella minka um talið av brúkarum.

Goymsla av dáta

Tú kanst velja í millum at hava Business Central á tínum egna servara, í hýsing ella í cloud. Hentleikarnir í skipanini eru nærum teir somu. Við cloud loysnini dagførir Microsoft skipanin mánaðarliga, og hvørt hálvár kemur eitt størri dagføring.

Altíð atgongd

Við Business Central fært tú altíð atgongd til skipanina, líka mikið um tú ert á skrivstovuni ella á ferð út til kundar/keyparar, arbeiðir heimanífrá ella okkurt heilt annað. Tað ber eisini til at arbeiða í skipanini við at nýta fartelefon ella ein teldil.

Ynskir tú at eiga ella leiga?

Við Business Central kanst tú sjálv/ur avgera, hvussu tú ynskir at gjalda fyri skipanina. Tú kanst velja at leiga Business Central, har tú skalt gjalda eitt mánaðarligt gjald pr. brúkara, ella tú kanst keypa eitt loyvi (licens) til eitt ávíst tal av brúkarum, sum tú so sjálv/ur eigur.

Væl nøgdir kundar

Hví Formula?

Formula hevur síðani 1986 veitt fíggjarloysnir til fleiri fyritøkur, kommunur og stovnar í Føroyar. Vit hava ein stóran starvsfólkahóp, sum hevur drúgvar royndir og førleikar, og eru tey tískil væl ílatin at ráðgeva og hjálpa kundum við teirra fíggjarskipan.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}