Onki úrslit at finna.

LS Central Kassaskipan

LS Central er ein kassaskipan, sum er bygd beinleiðis omaná Microsoft Business Central. Virkar tín fyritøka innan smásølu ella gestavinnuna, so er LS Central júst til tín.

Alt-í-einum loysn til NAV

Við hentleikum sum POS (Point of Sale) kassabúnaði, farbúnaði og netbúnaði ber til hjá tínum starvsfólkum at møta kundanum í eygnahædd og veita eina tænastu, sum er í hásæti.

Umframt búnaðin á sølugólvinum veitir LS Central allar dátur beinleiðis inn í bókhaldsskipanina Microsoft Business Central, so til ber hjá fyritøkuni at nýta styrkirnar frá tveimum heimsumfatandi skipanum í einum.

LS Retail

LS Central er heimsins størsta og fremsta loysn til smásølu og vistveiting, sum er bygd til Microsoft Business Central. Høvuðssætið er í Íslandi og hava LS Retail og Formula samstarvað í nógv ár. LS Retail hevur fleiri enn 50.000 smásølukundar og fleiri enn 120.000 arbeiðsterminalar kring allan heimin, og kann við hesum veita eina framtíðartryggjaða loysn.

Formula og LS Retail

Tá tað rennur saman millum Microsoft Business Central og LS Central, hevur tín fyritøka eina heildarloysn, líka frá høvuðssæti, gjøgnum deildarskrivstovur og líka út til sølufólki. Formula hevur 5 góðkendar LS Central ráðgevar, sum altíð eru til reiðar at veita tykkum tænastu og hjálp í serflokki.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}