Nethandil
Kom í gongd við at selja á netinum. Við nethandilsloysnini frá Formula fáa tit ein brúkaravinaligan nethandil, har alt virksemið er miðsavnað í Business Central.
Nethandil til Business Central
Við nethandlinum fær kundin enn ein møguleika at keypa tykkara vørur og er ikki bundin av tíð og staði. Nethandilin er bygdur inn í Business Central, og er tí ein skipan, tit kenna frammanundan. Vørur eru á einum og sama staði. Prísir, tekstir, avsláttur, myndir o.a., sum longu liggur í BC verður endurnýtt.
Leitimøguleikarnir eru góðir og úrslitið kemur skjótt fram. Tilboð og ordrar verða beinleiðis stovnaðir í NAV, og liggja saman við øðrum ordrum, sum tit vanliga avgreiða.
Handil vs. Netið
Tú ert ikki bundin av einum fysiskum handli
Opið 24/7
Kundarnir kunnu bílleggja, tá tað passar teimum
Avsláttur
Vinnukundar fáa tann avslátturin, sum er ásettur til teirra
Talgildir miðlar
Tað ber til at knýta ymiskar pallar sum t.d. Facebook, LinkedIn og Google Ads í nethandilin. Hetta letur upp fyri ymsum lýsingarmøguleikum. Harumframt ber tað til at fáa vørur sjálvvirkandi lagdar á Facebook og dagførdar í mun til prís og goymslu.
Tykkara snið – tykkara samleiki
Við nethandlinum hjá okkum er tað upp til tykkum, hvussu tit ynskja at nethandilin sær út. Tit kunnu antin gera brúk av einum standard sniði hjá okkum, ella tit fáa eitt serstakt snið, sum passar til tykkara samleika.
Hagtøl
Vit knýta eisini Google Analytics í allar nethandlar hjá okkum, so tit hava møguleika at síggja, hvussu nógv vitjandi tit hava, og hvussu tey vitjandi ferðast á tykkara nethandli.
Møguleiki at útbyggja
Vit vita at ongin kundi er eins, og ongin ger á sama hátt. Tí er tað umráðandi at tykkara nethandil tekur hædd fyri, hvussu tit arbeiða. Tí er tað møguligt at gera júst tær tillagingar til nethandilin, sum tykkum tørvar.
Væl nøgdir kundar
Vit hava drúgvar royndir við at menna nethandlar og sjálvgreiðslur fyri fyritøkur í Føroyum.