Avgreið lønir skjótt og lætt
Løttløn er ein standard lønarskipan, ið Formula hevur ment til tann føroyska marknaðin.
Hví nýta Løttløn?
Skipanin er løtt at brúka og er væl egnað til smærri eins væl og størri fyritøkur. Skipanin er moduluppbygd, so tú fært eina skipan, ið hóskar til júst tín tørv. Skipanin verður støðugt ment, so hon til eina og hvørja tíð lýkur tey krøv, sum verða sett.
Standard hentleikar í Løttløn
Løttløn er ment í samstarvi við føroyskar fyritøkur, gjøgnum mong ár. Tískil er skipanin uppbygd soleiðis, at standard hentleikarnir nøkta tørvin hjá flestu fyritøkum.
Lønaravgreiðsla
Lønarseðlar
Sáttmálastýring
Útskriftir
Sjálvvirkandi koyringar
Og fleiri onnur…
Møguleiki fyri eyka hentleikum
Harafturat kunnu fleiri hentleikar keypast afturat, alt eftir hvønn tørv tín fyritøka hevur.
Sambinding við fíggjarstýringsskipanir
Innlesing frá Totalview
Feriustýring
Fiskavirkisskipanin hjá Als
Sakstýring
Og fleiri onnur…
Sambindingar við Løttløm
Við at sambinda Løttløn við aðrar skipanir gerst lønarhandfaringin enn smidligari. Her eru nøkur dømi uppá sambindingar við aðrar loysnir frá Formula.
Bókingarlistar í Microsoft Business Central
Við at sambinda Løttløn og Business Central (Dynamics Nav) fáa tit útlisið bókingarlistar beinleiðis inn í Business Central. Harafturat ber til at lesa frádráttir, so sum keyp av vørum, beinleiðis frá debitorkortinum hjá løntakaranum, sum síðani verður trekt av lønini.
Innles tíð frá Totalview tíðarskráseting
Sambindingin við Totalview Time loyvir tykkum at lesa tímar beinleiðis inn í kladduna í Løttløn við rætta tímasatsi. Henda sambinding loyvir tykkum eisini at býta tímarnar og lønarútreiðslurnar út á m.a. sakir, dimensiónir og V-tøl, um tørvur er á tí.
Áhugað/ur at hoyra meira?
Vit hava hjálpt fyritøkum og kommunum við teirra lønarviðurskiftum í 20+ ár. Okkara aðalmál er at virka fyri, at okkara viðskiftafólk fáa optimerað teirra virksemi og harvið økja teirra produktivitet.