Onki úrslit at finna.

Business 360° til fyritøkur

Fá tamarhald á upplýsingunum í tíni fyritøku

360° til vinnuna gevur fyritøkum og virkjum møguleika at handfara teirra upplýsingar á ein skipaðan, effektivan og tryggan hátt, fyri at økja um framleidni og streymlinjað mannagongdirnar í fyritøkuni.

Finn upplýsingar lætt

Fyri brúkarar er 360° eitt einfalt amboð til skjalahandfaring, sum vil økja ferðina á viðgerðartíðini og gera verkgongdirnar meira effektivar. Skjølini kunnu fáa tilvísing, og tú fært atkomumøguleikar allastaðni frá, enntá frá tínum teldli ella fartelefon.

Streymlinjað verkgongdirnar

360° stuðlar undir allari lívsringrásini hjá upplýsingum í tíni fyritøku og útvegar endurskoðanarstýring av skjølum og fílum. Eisini er hon samantvinnað við Microsoft Office, so tú kanst toga og sleppa data millum skipanir, uttan at tað er neyðugt at skifta brúkaraflatu.

Verj virðismiklar upplýsingar

Tínar upplýsingar eru goymdar á tryggum staði, og trygdaravrit er tikið. Atgongd grundað á leiklutir ger brúkarar førar fyri bert at síggja tað, teir skulu. 360° til vinnuna er góðkend av almennu myndugleikunum fyri at tryggja standard reglur.

Smidligir hentleikar, skraddaraseymaðir til tín tørv

360° inniheldur nógvar ymiskar sterkar hentleikar. Allar kunnu tillagast, so tær hóska til, hvussu tín fyritøka arbeiðir. Hetta gevur tær ein fullkomnan smidleika viðvíkjandi uppsetan av samskipanargongdum og stýring av upplýsingum.

Skjalagoymsla og -eftirlit

Samskifti og teldupoststýring

Sáttmálahandfaring

Verkætlanararbeiði og eftirlit

Samstarv og vitanardeiling

Handfaring av leiðsluskjølum

Væl nøgdir kundar

Formula hevur veitt skjalaloysnir til fyritøkur, kommunur og stovnar tey seinastu 35+ árini. Formula hevur sostatt drúgvar royndir innan hetta økið, og kann veita tykkum holla ráðgeving. Fleiri enn 50 fyritøkur og stovnar brúka 360°.

Áhugað/ur at hoyra meira?