Public 360° málsviðgerð
Við Public 360° fáa kommunur, aðalráð og veitarar av heilsurøkt eina sterka talgilda loysn til effektiva málsviðgerð, elektroniskt skjalasavn og politiskt samstarv.
Nýta tit framvegis pappírsarkiv?
Við góðum verkgongdum, málsviðgerð við meiri gjøgnumskygni og einum betri politiskum ráðleggingaramboði, vil Public 360° flyta tín stovn inn í ta talgildu tíðina og stovna ein nútímans elektroniskan pall til almenna geiran.
Effektiv málsviðgerð
Fyri málsviðgerar er 360° eitt einfalt amboð til at handfara mál, sum vil økja ferðina á viðgerðartíðini og gera verkgongdirnar meira effektivar. Skjølini kunnu fáa tilvísing og verða gjørd leitbar, og við eini miðsavnaðari goymslu hevur tú atkomumøguleikar allastaðni frá, enntá frá tínum teldli ella fartelefon.
Almenn umsiting við gjøgnumskygni
360° loyvir almennum stovnum og kommunum at verða meira gjøgnumskygdar við at útgeva leitbar málsskjøl og politiskar avgerðir, samstundis sum sjálvgreiðsla verður bjóðað borgarum. Samstundis lýkur 360° krøvini fyri trygga handfaring av viðkvomum upplýsingum.
Ferðin verður økt á politiskum samstarvi
Politiskar umsitingar fáa eitt amboð til planlegging, leiðslu og stýring av almennum fundum viðvíkjandi dagsskrá, notum, luttøku og viðgerðarmannagongdum. Við at lata upp fyri møguleikanum at deila skjøl, framleiða viðtøkuskjøl og hava eftirlit við virkisætlanum betrar 360° um samstarvi og avgerðargongdir.
Trygt, álitisvekjandi og framtíðartryggjað
Tínar upplýsingar eru goymdar á tryggum staði, og trygdaravrit er tikið. Tú kanst altíð vera dagførdur við nýggjum hentleikum, so hvørt sum tær verða mentar. Atgongd grundað á leiklutir ger brúkarar førar fyri bert at síggja tað, teir skulu. 360° til tað almenna er góðkent av almennu myndugleikunum fyri at tryggja standard reglur, sum eru galdandi fyri rættarskjøl og sáttmálar.
Hentleikar sum gera ein mun
360° varð ment til ein breiðan skara av umsitingarligum mannagongdum í tí almenna geiranum. Við at nýta eina fjølbroytta viftu av hentleikum, verður loysnin skraddaraseymað til tín tørv, og loyvir tær fullan myndugleika yvir verkgongdum, dataognum og uppseting fyri málsviðgerð.
Skjalagoymsla og -umsjón
Skjalahandfaring
Sáttmálahandfaring
Politiskir fundir og nevndir
Samstarv og vitanardeiling
Handfaring av leiðsluskjølum
Væl nøgdir kundar
Hví Formula?
Sum ein royndur veitari av loysnum til skjalahandfaring, eru vit við tær allan vegin – frá byrjan til avhending og víðari. Vit tryggja okkum, at loysnin er skraddaraseymað til tykkara tørv og koyrir væl, umframt at vit útvega tær alla ta undirvísing og hjálp, tær tørvar. Í dag brúka fleiri enn 50 stovnar og fyritøkur 360°.