Onki úrslit at finna.

Betra um starvssetanina

Ein skipan til starvssetan, onboarding, goymslu av persónsdáta og víðarimenning av starvsfólkum

Hví Totalview HR?

Við Totalview HR fært tú eina HR skipan, har øll starvsfólkaviðurskifti er miðsavnaði í somu skipan – frá starvssetan til starvsfráfaring. Við HR skipanini sleppa tit undan teldupostkassunum til umsóknir, og gomlu arkivunum til starvsupplýsingar, tí alt er savnað í somu skipan.

Minni tíð at leita eftir fólkum

Allar starvsupplýsingar í einum staði

Við Totalview HR hevur tú lætta og skjóta atgongd til øll starvsfólkaviðurskifti í eini skipan. Tú fært eitt fullfíggjað starvsfólkayvirlit, har tú sært alt frá starvsfólkaførleikum, útbúgvingum, skeiðum, lønaravtalum, føðingardøgum til útflýggjaðar lutir sum lyklar, klæðir, teldur og mangt annað.

Fá sum mest burturúr starvsfólkatilfeinginum

Finn rætta starvsfólkið til uppgávuna

Hygg hvør er best egnað/ur til at loysa uppgávuna, við at samanbera førleikar hjá starvsfólkum t.d. útbúgving, skeið, førleikar, málførleikar og arbeiðsroyndir. Á hendan hátt fáa tit sum mest burtur úr starvsfólkatilfeinginum.

Finn skeivleikar

Greina HR í tølum og figurum

Totalview HR gevur upplýsingar um tykkara starvsfólk í tølum og figurum, so tit kunnu finna fram til møguligar skeivleikar. T.d. ber til at síggja miðalaldur, leiðslubýti og kynsbýti.

Tað ber eisini til at heinta upplýsingar út í tykkara Business Intelligence amboð.

Betri yvirlit yvir fyritøkuna

Ger virkismyndina sjónliga

Grunda á upplýsingar um tykkara fyritøku, kann Totalview HR gera virkismyndina sjónliga, har tit síggja deildir og tilhoyrandi starvsfólk og sambandi millum hesi.

Skráset aðrar skipanir

Vit vita, at tit í dag allarhelst hava aðrar skipanir, har tit goyma starvsfólkaupplýsingar.
Tað kundi verið lønarskipan, journalskipan ella okkurt triðja. Við Totalview HR kunnu
tit skráseta, hvar upplýsingar liggja, so tað er skjótt at finna fram til umvegis HR skipanina.

Væl nøgdir kundar

Formula hevur í fleiri ár hjálp fyritøkum, kommunum og stovnum at halda skil
á teirra starvsfólkaupplýsingum við Totalview HR. Vit hava drúgvar royndir og
førleikar við at hjálpa stórum sum smáum.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}