Onki úrslit at finna.

Totalview Telefoni

Við Totalview Telefoni fáast neyðugu amboðini til at veita eina góða telefontænastu

Umstilling & ringibólkar – skjótt & lætt

Totalview er ein fullfíggjað telefoniloysn, sum gevur starvsfólkum tey røttu amboðini til at handfara samskifti, uttan mun til um tey brúka borðtelefon, fartelefon ella annað. Við Totalview fáa starvsfólk amboð til at handfara umstillingar og ringibólkar skjótt og lætt, og fáa eitt víðfevnt yvirlit, har tey síggja um starvsfelagar eru upptiknir.

Eitt nummar til alt

Totalview riggar til fartelefon, fastnet ella bæði. Við Nettalu hjá Føroya Tele kann far- og fastnettelefon samtvinnast, og tit velja sjálvi, hvussu tit ynskja at móttaka inngangandi køll. Við útgangandi køllum velja tit sjálvi, hvat nummar móttakarin skal síggja.

Umstilling og yvirlit á telduni

Við Totalview fáa tit eitt umstillingsborð og ein kallsentur- klient. Her fáa tit atgongd til umstilling, taka køll aftur og yvirlit yvir starvsfelagar. Tit fáa eisini umráðandi kunning um ringibólkar, har tit síggja, hvussu nógv køll bíða, hvussu leingi tey hava bíða, og tit kunnu stýra inn- og útritan av ringibólkum.

Umstilling og yvirlit á fartelefonini

Totalview appin ger tað møguligt at handfara køll og ringibólkar uttan mun til tíð og stað. Frá appini ber til at víðaristilla, gera viðtalur, síggja støðu hjá starvsfeløgum, rita inn og út av ringibólkum og broyta egna støðu. Appin er ment til Android og iOS.

Totalview app

Ger alt beinleiðis frá fartelefonini

Við Totalview appini hevur tú altíð fleiri av snildu hentleikunum við hondina. Við fartelefon appini kunnu starvsfólk lætt handfara køll og ringibólkar. Umframt handfaring av køllum hava starvsfólk atgongd til kalendaran hjá sær sjálvum og starvsfeløgum. Umvegis appina er tað møguligt at síggja støðuna hjá starvsfeløgum, borð- og fartelefonstøðu og Teams støðuna. Umframt fleiri aðrar hentleikar.

Væl nøgdir kundar

Totalview er meira enn bert telefoni

Hava tit tørv á øðrum enn telefoni? Totalview er ein loysn, sum eisini inniheldur tíðarskráseting og HR. So um tit hava tørv á at halda skil á tímanýtslu og optimera arbeiðstíðina og -orkuna, so kunnu tit gera hetta við Totalview Tíðarskráseting. Harumframt ber eisini til at sambinda Business Central við Totalview, so tykkara starvsfólk skjótt og lætt kunnu skráseta sínar tímar uppá verkætlanir.

Við Totalview HR eru allar starvsfólkaupplýsingar miðsavnar á einum staði. Við HR-skipanini ber til at goyma og halda skil á øllum viðkomandi skjølum og upplýsingum t.d. setanarskriv, útflýggjaðum lutum, førleikum, skeiðum og m.a. Eisini fáa tit eitt fullfíggjað yvirlit yvir øll persónsdáta hjá starvsfólkunum, sum eru í fyritøkuni.

Ein skraddaraseymað loysn

Ongir stovnar ella fyritøkur eru eins. Tí er tað umráðandi, at ein skipan kann skraddaraseymast júst til tykkara tørv. Við Totalview verður skipanin skraddaraseymað júst til tykkara ynskir og tørvir.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}