Onki úrslit at finna.

KT-Trygd og Compliance

Ein av týdningarmestu avbjóðingunum innan KT-trygd er at umseta strategi og lóggávukrøv til ítøkiligar og rakstrarhóskandi loysnir. Við okkara KT-trygdar- og compliance-tænastum hjálpir Formula kundanum at finna javnvág millum verju, kostnað og gagn – og tryggjar, at leiðslan hevur tamarhald á bæði tilgongdini og úrslitum.

KT-Trygd og Compliance: Ráðgeving, sum gevur tær tamarhald og veruliga trygd

Nýggj lógarkrøv, vaksandi hóttanir og økt trygdaráskoðan frá myndugleikum og kundum gera KT-trygd og compliance til eitt stjórnarmál. Tó kann tað vera torført at fáa eitt yvirlit og tryggja, at tiltøk eru í javnvág við veruligar tørvir og geva veruliga trygd.


Við KT-trygdar- og compliance-ráðgeving frá Formula fær kundin eina tilgongd, har torgreidd lógarkrøv og ógreiðar ábyrgdir verða umsettar til ítøkilig átøk og veruliga trygd.

Tænastur vit veita

Strategisk KT-trygdarráðgeving og leiðslustuðul

Greiningar, ráðgeving og strategisk sparring, sum styrkir bæði KT-trygdina og leiklutin hjá leiðsluni í arbeiðinum.

Compliance og lógarkrøv (Dátuverndarlóg, Nettrygdarlóg, ISO27001 v.m.)

Vit hjálpa tykkum at lýsa, halda og sjalprógva krøv – uttan at gera tað meira torgreitt enn neyðugt.

Ognarfyrisiting – tamarhald á KT-ognum

Ein greið og dagførd yvirlitsskrá yvir KT-ognir – so sum útgerð, skipanir og dátur – er ein fortreyt fyri góða KT-trygd og compliance. Vit hjálpa tykkum at skipa og røkta tykkara ognar- og skipanaryvirlit, so tit hava tamarhald á tykkara umhvørvi.

Støðumetingar og Váðastýring

Vit gera støðumetingar, ið vísa, hvussu støðan hjá tykkum er, og geva ítøkilig tilmæli til, hvussu KT-trygdin kann styrkjast.

Vit gera eisini váðametingar og veita sparring til, hvussu tit kunnu arbeiða miðvíst við váðastýring.

Politikkir, mannagongdir og ítøkulig trygd

Vit hjálpa tykkum at seta greiðar politikkir og mannagongdir í verk, sum lýsa lógarkrøv, ábyrgd og arbeiðsgongdir, ið stuðla undir KT-trygdina. Hetta gevur grundarlag fyri einum skipaðum og varandi arbeiði við trygd – bæði innanhýsis og í mun til uttanhýsis krøv.

Saman við hesum arbeiða vit eisini við ítøkiligum trygdartiltøkum, so sum antivirus, firewalls, skipanaherðing, loggeftirliti og Managed Detection & Response (MDR). Vit tryggja, at politikkir ikki bert eru orð á pappíri, men knýttir at veruligum trygdartiltøkum í tykkara KT-umhvørvi.

Kreppustýring og tilbúgving

Eru tit klár at handfara eina kreppustøðu? Vit hjálpa við ætlanum, venjingum og ábyrgdarbýti.

KT-trygdartilvitan

Vit bjóða KT-trygdar-tilvitan við skipanini Nimblr, sum veitir talgilda undirvísing, phishing-royndir og hagtøl til yvirlit og framgongd.

Vit veita altjóða góðkend skeið innan KT-trygd og compliance, ið eru opin fyri øllum, sum ynskja at styrkja sína vitan og trygdarførleikar – frá leiðslu og KT-fólki til starvsfólk við ábyrgd innan dátuvernd og váðastýring. Skeiðini kunnu takast bæði sum partur av einum opnum skeiði ella sum serlig skeið, bara til tykkara fyritøku.

Vit skipa eisini fyri KT-trygdarátøkum saman við kundanum – t.d. við fyrilestrum, og innanhýsis upplýsingartiltøkum, sum lyfta trygdarmentanina og skapa størri virki millum starvsfólk.

Hug at vita meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.