Onki úrslit at finna.

Um okkum

Á Formula hava vit altíð hildið, at tøkni hevur stóran týdning í menningini av einum góðum samfelagi.

Tøkni er nakað, sum rør menniskju, arbeiðspláss og felagsskapir. Vit síggja okkum sjálvi sum ein virknan part av tí samfelagnum, vit eru í – og tí taka vit ábyrgd av, hvussu vit byggja, reka og menna KT-loysnir, sum verða brúktar hvønn dag kring alt landið.

Okkara hýsingartænasta er eitt dømi um hetta. Hon er bygd á fjarhita frá brennistøðini, og spillorkan frá ambætarunum verður eisini endurnýtt sum orkukelda. Soleiðis leggja vit okkum eftir at brúka orkuna varisliga og skilagott – fyri kundar, fyri okkum sjálvi og fyri samfelagið, vit eru partur av. Hetta er ikki eitt slagorð, men ein heilt konkret loysn, sum ger KT-raksturin burðardyggari.

Sama hugsan sæst aftur í okkara arbeiði við tilvitsku og frálæru. Í 2024 og 2025 hava vit ferðast kring landið og skapt rúm fyri samrøðu og frálæru um nettrygd. Vit hava tosað við fólk um, hvussu vit sum einstaklingar og sum arbeiðspláss kunnu verja okkum og onnur. Tað handlar í grundini um tað sama: at taka ábyrgd – fyri egnum atburði, fyri felagsskapinum og fyri tí tryggleika, sum skal vera til staðar, tá vit liva arbeiðslív og gerandislív í einum alsamt meira talgildum samfelagi.

Samfelagstilvit hjá okkum er tí ikki ein avmarkað verkætlan. Hetta er ein partur av tí, hvussu vit skilja okkara leiklut:

At spæla okkara kundar betri – og samstundis gera samfelagið tryggari og burðardyggari.

Tí vit vilja, at tøkni skal tæna menniskjum – ikki øvugt.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.