Onki úrslit at finna.

Leys størv

Á hesi síðuni sært tú tey størv, ið eru leys at søkja í løtuni. Um eingi leys størv eru viðkomandi fyri teg, ella eingi størv eru í yvirlitinum, ert tú altíð vælkomin til at senda eina sjálvbodna umsókn og CV.

Tøkni- & Rakstrarloysnir
17. aug. 2026

Hevur tú áhuga fyri KT og nettrygd, og vilt tú læra at verja føroyskar fyritøkur móti nethóttanum? So kanst tú koma í læru hjá okkum sum dátutøkningur við sergrein innan nettrygd.

 

STARVIÐ

Sum lærlingur hjá Formula verður tú partur av okkara trygdartoymi og arbeiðir saman við royndum KT-serfrøðingum innan m.a. net, cloud og trygd. Tú fert at arbeiða í einum spennandi umhvørvi, har vit leggja dent á fyribyrgjandi KT-trygd og arbeiða miðvíst við at eygleiða, greina og handfara hóttanir, áðrenn tær gerast ein trupulleiki.

 

Tú fært eina læruríka útbúgving, har tú bæði arbeiðir praktiskt og fært ástøðiliga vitan á skúla. Stig fyri stig mennir tú teg innan nettrygd – serliga innan logging, monitoring og arbeiði við at eygleiða, greina og handfara trygdarhendingar. Samstundis fært tú innlit í leiklutir sum SOC-analytikari, threat hunter og incident responder.

 

Útbúgvingin tekur 5 ár, har ein partur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Danmark.

 

TÍNAR UPPGÁVUR

Sum lærlingur fert tú at arbeiða við:

• Eftirlit við loggum og trygdarhendingum

• Hjálpa til við uppsetan og viðlíkahaldi av trygdarloysnum

• Greina og skilja møguligar nethóttanir

• Hjálpa til við dagligum rakstri og support

• Læra at arbeiða skipað við KT-trygd hjá kundum

 

TÍNIR FØRLEIKAR

Vit vænta, at tú:

• hevur áhuga fyri KT – og serliga nettrygd

• hevur hug at loysa trupulleikar og greina støður

• er forvitin og vil skilja hví ting virka – ikki bara hvussu

• arbeiðir skipað og sjálvstøðugt

• dugir at samskifta við bæði kundar og starvsfelagar

• hevur áhuga fyri hvussu netálop virka, og hvussu tey kunnu fyribyrgjast og steðgast

 

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi sum teir fakligu. Vit leggja tí dent á, at tú ert fyrikomandi, dugir væl at samstarva og veitst, nær tú hevur tørv á sparring ella hjálp.

 

Setan er treytað av, at tú kanst leggja fram reina revsiváttan.

 

STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI

Á Formula leggja vit dent á kundanøgdsemi og munagóðar loysnir. Fyri at røkka hesum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum sterkum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki og verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú ert best til.

 

Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá kommunum, almennum stovnum og privatum fyritøkum kring alt landið. Harumframt veita vit hýsingartænastur og cloud-loysnir til hesar kundar.

 

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

 

UMSÓKN

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skal sendast okkum á hesi linkju í seinasta lagi sunnudagin 28. juni 2026. Vit viðgera innkomnar umsóknir leypandi. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Høgna Hammer, rakstrarleiðara á tlf. 244136 ella Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum á tlf. 244145.

 

Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Veitingar uttanfyri landoddarnar er veksandi. Formula veitir loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.

 

Okkara trygdartoymi er í stórari menning og vit ynskja tí ein viðleikara avtrat. Um hetta hevur tín áhuga vóna vit at hoyra frá tær.

 

 

TIL TANN FORVITNA UMSØKJARAN

Niðanfyri er ein lítil avbjóðing:

5532747961585a6849434a465a3264715957746861324569494f30675a57356b5957353162534268646942316258507a61323570626d6b75

 

Formula

Ynskir tú at royna tað ástøðiliga í verki? Vit á Formula bjóða lesandi møguleikaneitt at gerast partur av einum framfýsnari KT-fyritøku, har tú fært veruligar uppgávur og veruliga ábyrgd.

 

Hvat bjóða vit tær?

  • Eitt praktiskt læruumhvørvi, har tú fært møguleika at brúka tína ástøðiliga vitan í veruligum verkætlanum innan ritbúnaðarmenning og/ella KT-infrakervi

  • Góða vegleiðing frá royndum starvsfeløgum, sum vilja síggja teg eydnast

  • Veruligar avbjóðingar og uppgávur, sum geva tær førleikar, tú kanst taka við tær víðari í lesnaðinum og arbeiðslívinum

  • Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum og einari sterkari læringsmentan, har tín rødd og títt íkast verður virðismett

 

Hvat vænta vit av tær?

  • At tú ert lesandi innan eitt viðkomandi øki sum KT, verkfrøði ella líknandi

  • At tú hevur eitt huga og ágrýtni at læra og at royna teg

  • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymum

 

Hví søkja?
Hetta er tín møguleiki at gerast partur av einum innovativum og lívligum arbeiðsplássi, har vit vilja hjálpa tær at mennast sum fakfólk. Tú kemur ikki bert at læra – tú kemur eisini at gera mun!

Ert tú klár/ur at taka av avbjóðingini? So send okkum tína umsókn og eitt CV við prógvum og støðumetum. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Formula – vit menna loysnir, mennandi starvsfólk og framtíðar møguleikar.

 

Formula

Formula hevur javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum.

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, tínum royndum og møguligari útbúgving, og hví tú vilt arbeiða á Formula.

Send okkum umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi prógv, so hoyrir tú aftur frá okkum.

Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir.