Virksemið á Tøkni- og rakstrarloysnum á Formula er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir einum KT infrastruktur serfrøðingi
STARVIÐ
Vit arbeiða miðvíst við heildarupplivingini, vit geva kundum okkara. Vit vita, at sjálvt infrakervið er ein neyðugur partur av eini størri heild í samlaðu veitingini til kundan. Orka skal leggjast í, at fáa fólk og tøkni at spæla saman soleiðis, at samlaða veitingin skal eydnast.
Kervistoymið hevur tí ein serliga leiklut á Formula. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.
Starvsøkið er fjølbroytt og snýr seg í høvuðsheitum um verksetan og ráðgeving innan kervisloysnir við fokus á cloud, Microsoft 365 og hybridar-loysnir.
Sum persónur ert tú fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk og ert álitsvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá tørvi kundans til røttu loysnina.
TÍNIR FØRLEIKAR
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.
Tú ert útvend(ur), fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur).
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar styrkir. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.
Tøkniliga vænta vit, at tú hevur førleikar innan:
- Microsoft 365
- Azure
- Hybrid loysnir
- Windows Server
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar ella útbúgving/sertificering innan hesa tøkni ella líknandi og/ella fleiri ára royndir. Tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir, og harvið megnar at nema tær nýggja vitan.
STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI
Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.
Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.
UMSÓKN
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 26. januar 2025.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Arne Jacobsen, toymisleiðara á tel. 244187 ella Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum á tel. 244145.
STUTT UM FORMULA
Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.