Onki úrslit at finna.

Vanligar sølu- og handilstreytir hjá Formula

1. Alment:

Vanligu sølu- og veitingartreytirnar niðanfyri eru galdandi fyri allar veitingar, sum P/F Formula (hereftir nevnt Formula) letur, uttan so at vikið verður frá teimum heilt ella partvíst við aðrari skrivligari avtalu.

Serligar keypstreytir ella serstøk krøv til tað keypta frá keyparans síðu, sum til dømis eru nevnd í vanligu keypstreytunum hjá keypara, í bílegging ella staðfestingarskrivi hjá keypara, eru ikki bindandi fyri Formula, uttan so at Formula skrivliga hevur váttað at ganga undir nevndu serstøku
treytir.

2. Fyrivarni

Formula útvegar loysnir og ger broytingar/tillagingar í loysnunum hjá kundanum í samráð við tørv og ynski kundans. Endamálið er at lætta um, fáa neyvari hagtøl og gera arbeiðsgongdir munabetri. Kundin hevur tó ábyrgdina av, hvussu hesar virka í rakstri. Tað vil til dømis siga, at kundin skal eftirkanna, um tulkingar og útrokningar eru rættar í sambandi við nýtslu.

3. Handilstreytir

Um ikki annað er avtalað fer sølan fram við gjaldstreytuni kontant. Í ávísum førum, og eftir nærri avtalu við Formula, ber til at keypa uppá kreditt. Søla við kreditti hevur altíð gjaldstreytina 21 dagar.

Allar afturvendandi rokningar, sum verða avroknaðar mánaðargrundað, har upphæddin er niðanfyri kr. 5.000,- u/mvg. skula rindast umvegis sjálvvirkandi gjaldsavtalu (td. GS avtala). Um sjálvvirkandi gjaldsavtalan steðgar, verður hvør rokning áløgd eitt gjald á kr. 350,- u/mvg.

Verður ein mánaðarlig afturvendandi rokning ikki goldin, fellur avtalan burtur. Formula tilskilar sær rætt til at steðga tænastuni, tá manglandi gjald er staðfest. Verður tænastan uppafturtikin, verður tænastan uppafturtikin ímóti ómaksgjaldi.

Ognarrættur er hjá Formula inntil vøran er fult goldin.

Um kundi ikki hevur gjørt vart við seg innan gjaldfreistin er farin, er fakturi roknaður sum góðtikin. Møguligar klagur skulu fráboðast áðrenn gjaldsfreistin er farin.

Aftaná gjaldsfreist verður renta roknað við 1,25% av gjaldkomnari saldo um mánaðin.

Allir prísir á vørum og tænastum frá Formula eru uttan MVG.

Formula heftir ikki fyri triðja part, uttan so at hettar er tilskilað frammanundan.

Í sambandi við ferðing ber kundin kostnaðin. Hetta er galdandi bæði innan- og uttanlands.

Formula hjálpir fegið sínum kundum at loysa møguligar avbjóðingar og trupulleikar. Tað kemur fyri, at trupulleikaeyðkenni (symptom) vísa seg í skipanum og útgerð, sum eru útvegaðar av Formula, men trupulleikarnir eru íkomnir orsakað av árinum frá triðja parti. Vísir tað seg, at trupulleikar eru orsakað av triðja parti, og tað ikki greitt er tilskilað frammanundan, at triði partur borgar fyri loysn av trupulleikanum, tá tilskilar Formula sær rætt til at senda rokning fyri brúktu tíðina og tilfar. Er útgerðin/loysnin fevnd av garanti frá einum av okkara undirveitarum, so verða umvælingar sjálvandi loystar eftir treytunum hjá hesum undirveitarum.

Formula kann ikki ábyrgdast fyri tap, sum vanliga kemur undir kundans handilsváða/rakstrarváða, t.d. tap av inntøku, óbeinleiðis tap t.d. rakstrartap, tap av vinningi v.m.

Formula heftir vegna undirveitarar í tann mun, at undirveitarans garanti gerst galdandi.

4. Loyvisavtala (licensavtala).

Formula heldur seg til galdandi siðvenju í KT vinnuni um vavið av loyvi til ritbúnað.

Við keypi av loyvi (licensi) fær keyparin loyvi at brúka eitt avrit av loyvinum (licensinum) til egna innanhýsis nýtslu. Loyvið (licensurin) kann ikki seljast víðari ella gevast øðrum til nýtslu.

Formula brúkar harumframt galdandi siðvenju í KT vinnuni, har tilskilað er at Formula ikki veitir rakstrargaranti, garanti fyri mista inntøkur ella tap, upplýsingarmissi ella øðrum fíggjarligum missi hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, forstaði ella undir forstaðið.

Í sambandi við søla av ritbúnaði hjá triðja parti, tá eru treytirnar sambært treytunum hjá veitarunum.

Í sambandi við nýtslu av einum og hvørjum ritbúnaði, er tað kundin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av, at neyðug loyvi eru til ritbúnaðin, líkamikið um talan er um beinleiðis nýtslu ella óbeinleiðis nýtslu (dømi um óbeinleiðis nýtsla er nýtslan av datagrunninum Microsoft SQL).

5. Loyvistrygging (Software Insurance)

Skipanir verða áhaldandi mentar, so tær í framtíðini eisini virka skynsamt við atliti til tekniskar broytingar, ið altíð koma eins væl og broytingar í lógarverki annars.

Loyvistrygging (software insurance) tryggjar skipaninir ímóti broytingum í skipanum, sum td Windows, SQL, osfv. Skipanirnar verða eisini loypandi mentar og dagførdar við tí fyri eygað, at gera arbeiðsgongdir og virksemið smidligari, og harvið virkar fyri at arbeiðið kann fremjast munabetri.

So leingi rindað verður fyri loyvistrygging (software insurance) gevur tryggingin kundanum rættindi til nýggjastu útgávu av skipanini. Tó skal gjaldast fyri arbeiðið at dagføra hana, og ein dagføring skal altíð umbiðjast.

Loyvistrygging (software insurance) í samband við søla av ritbúnaði hjá triðja parti, eru sambært treytunum hjá veitarunum.

Prísurin fyri loyvistrygging (software insurance) er altíð ein prosentbrøkur av listaprísinum. Loyvistrygging verður roknað av fulla loyvisvirðinum og er kravd fyrsta árið. Eftir hetta kann hon uppsigast til 1. januar í einum ári við tríggjar mánaða freist.

Viðvíkjandi leiguloyvum er sama uppsagnartíð galdandi sum við loyvistrygging, tvs hesi kunnu uppsigast til 1. januar í einum ári við tríggjar mánaða freist.

6. Business Central

Loyvis/leigukostnaðurin fyri ískoytisloysnir og aðrar loysnir gjørdar av Formula verða prístalsviðgjørdur við +2,5% í byrjanini av hvørjum kalendaraári. Kostnaðurin fyri arbeiðið at uppstiga Business Central, herundir Gullpakkar, verða prístalsviðgjørdur við +2,5% í byrjanini av hvørjum kalendaraári.

7. Aðrar treytir

Lógarvald og rættarumdømi

Rættardømi er í Føroyum. Allir sáttmálar, ið verða gjørdir, eru fevndir av og skulu tulkast sambært føroyskum lógum. Møgulig tvístøða, skula loysast við rættarmáli í føroyskum rætti.

Force Majeure

Formula hevur ikki ábyrgdina av seinkingum ella manglandi veitingum, um hesar seinkingar ella manglandi útføringar eru beinleiðis ella óbeinleiðis orsakað av umstøðum, ið eru uttan fyri ræði hjá Formula, so sum náttúruvanlukkur, kríggj, embætisavgerð, arbeiðssteðgir, eldsbrunar, útihýsan, ella aðrar hendingar, ið eru ómøguligar at forða fyri. Í slíkum føri skal Formula kunna kundan skjótast gjørligt, og partarnir skulu samstarva um at finna eina rímiliga loysn.

Avmarking av ábyrgd

Formula’s samlaða ábyrgd í sambandi við hvørja veiting er avmarkað til tað, sum kundin hevur goldið fyri viðkomandi tænastu ella vøru. Formula tekur ikki ábyrgd fyri tap av vinningi, inntøku, dátum, ella fyri óbeinleiðis tap ella fylgjutap av nøkrum slagi. Hetta fevnir eisini um tap, ið stendst av trupulleikum orsakað av triðja parti.

Intellektuell rættindi

Øll intellektuell ognarrættindi í sambandi við loysnir og ritbúnað (software), ið eru mentar ella útvegaðar av Formula, verða verandi hjá Formula, uttan so at annað er skrivliga avtalað. Kundin fær bert eina avmarkaða, ikki-útlánsliga loyvi til at brúka hesa ogn í samsvari við avtalaðar treytir. Kundin hevur ikki rætt til at broyta, kopiera, ella selja ritbúnaðin ella aðra intellektuella ognarrættindi, ið eru veitt av Formula, uttan skrivligt loyvi frá Formula.

Broytingar

Møguligar broytingar í avtalum millum kundan og Formula skula gerast skrivliga og váttast av báðum pørtum.

Dátuvernd

Tað áliggur bæði kunda og Formula at kenna skildur viðvíkjandi dátuvernd, lóggávuni og hvussu dátur verða viðgjørdar. Møguligar avtalur millum dátuviðgera (Formula) og dátuánara (kunda) eru at finna á heimasíðuni hjá Formula undir “Dátuverndarkunning” og “Dátuviðgerðaravtala”. Avtalurnar eru bert galdandi um tær eru undirskrivaðar av báðum pørtum.