Onki úrslit at finna.

Stuðul til vælgerandi endamál

Vit á Formula vilja gjarna geva eina hjálpandi hond í okkara nærumhvørvi – til einstaklingar, bólkar og felagsskapir.

Søk um fíggjarligan stuðul

Stuðul verður veittur felagsskapum, bólkum og einstaklingum, ið virka fyri ella skipa fyri tiltøkum, sum kunnu metast at vera vælgerandi.

Hví lata vit stuðul?

Av tí at samlaða stuðulsupphæddin er avmarkað, kunnu vit ikki játta øllum umsóknum, sum falla innan fyri okkara meginreglur. Vit veita stuðul til tey endamál, sum vit meta liggja okkum nærmast.

Hví vit ikki stuðla hvørjaferð!

Stuðulin til nærumhvørvið verður veittur virksemi, sum kann metast at vera vælgerandi. Tvs. at vinnuligt virksemi verður ikki stuðlað. Sum meginregla verður ikki latið stuðul til fløguútgávur, bókaútgávur og líknandi. Fíggjarligur stuðul til skúlaflokkar verður heldur ikki givin.

Hvussu biður man um stuðul frá Formula?

Ynskja tit at biðja um stuðul frá Formula, verða tit biðin um at útfylla niðanfyri standandi skjal. Skrivið heldur eitt sindur ov nógv – enn eitt sindur ov lítið.

Hvat hendir so?

Einaferð um ársfjórðingin viðgera vit á Formula tær umsóknirnar, sum eru komnar inn, og geva tykkum svar. Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn 2 vikur frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.

Hvør fær?

Øll, sum hava givið sær stundir til at biðja um stuðul frá Formula, fáa eitt aftursvar. Velja vit at siga nei einaferð, so ber til at royna aftur – 1 ár seinni.