Troytt/ur av óstøðugum prentara og kopimaskinu?
Xerox er kent um alt Føroyar, sum kopimaskinur og prentarar har góðskan og tænastan eru framúr góð
Hví velja Xerox?
Prent og avrit hava týdning, men eru ikki høvuðsuppgávurnar á skrivstovuni. Tað er samstundis neyðugt at hesa rigga, sum tey skulu, so tit kunna hugsavna tykkum um tykkara fyritøku. Her ger Xerox allan munin í gerandisdegnum:
Hágóðskuprent
Við Xerox síggja tykkara prent og avrit gott út. Háupploysing og bjartir litir gera, at tykkara skjøl fáa glansin, sum ger munin.
Haldfør útgerð
Xerox-maskinur eru sterkar og haldførar, so tú veitst, at tú gert eina trygga íløgu. Tørvurin á viðlíkahaldi og umvæling gerst munandi minni.
Prenta umvegis netið
Tú kanst senda skjøl til Xerox-maskinuna alla staðni frá umvegis netið. Hetta gevur tykkum smidligari mannagondir í gerandisdegnum.
Ein sterkur partamaður við tína lið
Vit eru við tær allan vegin – frá byrjan til avhending og víðari. Vit tryggja okkum, at loysnin er skraddaraseymað til tykkara tørv og koyrir væl, umframt at vit útvega tær alla ta undirvísing og hjálp, tær tørvar.
Maskinur júst til tykkara tørv
Stórar maskinur
Stórar Xerox maskinur, sum passa til okkara land / marknað, hava ein kvikleika frá 20 til 150 prent / kopi um minuttin í svørt/hvítum og litum. Harumframt stuðla maskinurnar undir tráðleysari útskriving við t.d. Apple AirPrint, Mopria Print, Wi-Fi Direct.
Møguleiki er at keypa, leiga ella langtíðarleiga tína næstu Xerox maskinu.
Minni maskinur
Minni Xerox maskinur til skrivstovu ella heimabrúk prenta, kopiera og skanna í liti og svørtum/hvítum eins og tær størru maskinurnar.
Møguleiki er at keypa, leiga ella langtíðarleiga tína næstu Xerox maskinu.
Serstakan tørv?
Hava tit tørv á at prenta serstøk format t.d. stórprent, etikettir og annað, so loysa vit fegin hendan tørvin saman við tykkum. Vit hava í meira enn 35 ár veitt prentarar til alskyns tørvir til føroyska marknaðin.
Hví Formula?
Formula hevur veitt prentloysnir til fyritøkur, kommunur og stovnar tey seinastu 35+ árini.
Formula hevur sostatt drúgvar royndir innan hetta økið.