Onki úrslit at finna.

Touchskermar

Tann góða loysnin til betri samstarv ella undirvísing

Fleiri amboð í eini loysn

Á fleiri skúlum og stovnum er skiftið til touchskermar komið væl í gongd ella longu gjørt. Men í dag finnur tú oftari og oftari ein touchskerm í einum fundarhøli.

Við einum touchskermi fært tú fleiri amboð samlað í eini loysn, sum gevur tær fleiri møguleikar at miðla boðskapin til onnur og samlast til eina kreativa gongd. Niðanfyri kanst tu lesa meira um nakrar hentleikar, tú fært við einum touchskermi.

Framløga og vitanardeiling

Tað er sjálvandi møguligt at brúka ein touchskerm, eins og tú vildi við ein og hvørjum vanligum skermi í einum fundarhøli, til at leggja fram við. Á fleiri touchskermum eru tað fleiri góðir møguleikar at deila tilfar tvørtur um eindir – uttan mun til um tað er tráðleyst ella við kápli.

Skriva & tekna

Ein annar hentleiki við touchskermum er tann meira samvirkni whiteboard-hentleikin, sum ger tað møguligt at skriva og tekna. Umframt at hetta er alneyðugt í undirvísingini, kann tað eisini hava eina sera positiva ávirkan til eina kreativa gongd, tí man í felag kann koma við hugskotum á touchskerminum. At enda kann man goyma arbeiðið, sum er gjørt og senda tað umvegis skermin.

Videofundir & samstarv

Við at seta eitt vevkamera ella videobar til skermin, ber tað eisini til at halda videofundir. Um tað skal verða møguligt at deila og arbeiða í skjølum samstundis, er tað treytað av, hvat model og merki tit hava. Orsakað av hesum, eru touchskermar blivnir ein natúrligur partur av einum nútímans fundarhøli.

Flytbar loysn

Er tað tørvur á, at skermurin skal flytast frá einum høli til annað eftir tørvi, ber tað til at seta skermin á eitt rullustativ. Vit kunnu veita ymiskar stativ-loysnir – alt eftir um skermurin skal stillast í hædd ella leggjast afturá.

Ein touchskermur skal roynast

Tá ið tit skulu velja ein touchskerm, vilja vit altíð viðmæla tykkum til at vitja Formula á Óðinshædd, so tit kunnu síggja og royna ymsu merkini, og vit ráðgeva sjálvandi um fyrimunir og vansar í mun til tykkara tørv. Formula er umboð fyri flestu av marknaðarleiðarunum innan touchskermar t.d. Promethen, Microsoft, Clevertouch og NEC.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}